JN

Ymisk árin av Korona skulu granskast

...

2020-04-18 15:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Gransking.fo: Granskingarráðið hevur játtað stuðul til fýra verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión kr. í stuðli, skal greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina.

Hinar verkætlanirnar snúgva seg um árinið av COVID-19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongdini á fólkaskúlanæmingar og um árinið á trúarlívið.

Tær fýra verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul í dag, hava fingið tilsamans 873.000 kr.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder