2019-08-06 18:09
Ferðavinnan er tað triðja beinið, ið Føroyar hava at standa á, um hon verður handfarin rætt.
Tað, sum dregur ferðafólk hendanvegin, er okkara vakra náttúra og tað, at alt í Føroyum, sum so, er ???All Inclusive???. Tað kann ikki vera meiningin, at ferðafólk skulu kunna vitja okkara best umtóktu støð, uttan at gjalda eina krónu. Allastaðni í verðini, skal tú gjalda fyri ???særværdigheder???, so sum stuttleikaparkir, djóraparkir, borgir/slott o.a., sum viðkomandi land hevur at vísa á.Bussar, sum koma til landið við ferðafólki, eiga at rinda eitt ávíst gjald, fyri hvønn ferðandi í bussinum, eins og vit skulu, tá vit koma til EU-lond.Bóndin, sum eigur ella umsitur sítt øki, eigur at hava ræðisrættin til at selja sína vøru. So varð hetta eisini fyriskipað av kendum í umráðnum, og so høvdu vit nokk sloppi undan, at bjargingarfeløg og tyrlan vórðu send so ofta avstað til bjarging. Í dag síggjast ofta myndir, har ferðafólk sita har, sum lundin ikki klárar at standa við beinunum útav.Tá eg var barn, varð tað prenta inn í okkum børn, at vit máttu ikki fara út á eggina. Hetta er ikki eitt telduspæl, har ein bara kann trýsta á ???reload game???, um nú óhappið er úti.Tað eru nógvar ???særværdigheder??? í Føroyum, náttúran í sær sjálvum og fleiri bygningar. Eg havi hug at nevna Hvalastøðina við Áir, sum er tann einasta av sínum slagi, sum stendur eftir á norðaru hálvkúlu. Hetta er tann fyrsti íðnaðurin, sum kom til Føroyar. Havi fingið at vita, at tað skulu setast 2-3 milliónir av, yvir nøkur fá ár, til liðugtgerð. Eg haldi, at hetta hevði verið eitt áhugavert ferðavinnumál, sum kann geva eitt gott íkast til ferðavinnuna í Føroyum.Eg vil arbeiða fyri, at ferðavinnan verður væl fyriskipað, soleiðis at vit fáa eina góða inntøkukeldu úr fremmandum valuta til Føroyaland.Jonhard DanielsenValevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald