JN

VOXBOTN flutt til 5. september 2020

...

2020-05-29 11:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir tíðindafundin fyrrapart í dag, er greitt, at tað ikki er ráðiligt sambært tilmælunum at halda Voxbotn sum ætla 27. juni. Tískil er Voxbotn 2020 flutt til leygardag 5. september.


Fyriskipararnir av Voxbotn vilja sjálvandi fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar sum altíð fáa ein lívligan og tryggan konsertdag leygardagin 5. september 2020. Tískil verður arbeitt við at fyrireika økið soleiðis, at ráðilig frástøða verður hildin ímeðan og í millum konsertirnar.

Eins og undanfarin ár, verður arbeitt við at skapa ein konsertdag har hugni og tónleikur ganga saman í eina hægri eind.

??ll keypt atgongumerki til Voxbotn 2020 eru enn galdandi, og tað verða bert seld 500 atgongumerki afturat. Hesi verða seld á ebillet.fo, og kunnu keypast longu nú!

Meira verður at frætta á Facebook-síðuni hjá Voxbotn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder