JN

Vøru útkoyring

...

2020-03-16 12:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
CAJ ið er stytting fyri Sp/f Carl August Jensen - hevur virkað handilsvirksemið í Kollafirði í 93 ár. Fyritøkan var við at stovnað Samkeyp samtakið í sínari tíð og seinastu 10 árini hevur virksemið snúð seg nógv um at fáa Rema1000 vørumerkið á føroyska marknaðin. Í dag er Rema1000 høvðus vørumerkið hjá handilsketunum Á handlar og Samkeyp ið Poul Hansen Heilsøla umsitur.

Fyrst í 50 árunum keypti fyritøkan fyrsta fólkavognin ið kom til Føroyar. Og síðan hendan dag, hevur vøru útkoyring verði partur av tænastuni.

Í hesum døgum, har corona virus fyllir nógv, vilja vit minna á hendan møguleika.

Hvussu bíleggur man:

Upp & afturlatingar tíðir eru mánadag - hósdag kl. 10.00 - 22.00 og Fríggjadag - Leygardag kl. 08.00 - 22.00 , Sunnudag er stongt. Tað ber til at bíleggja vøru umvegis telefon á 669000, til ásettu tíðspunkt. Bílegging kann eisini gerast umvegis okkara facebook síðu ella at senda t-post á [email protected] hetta alt samdøgnið.

??tkoyring og tíðarfreistir:

??tkoyring í lokaløkinum er ókeypis - Bíleggingar uttanfyri lokaløkið verða útkoyrdar við eykað kostnað. Bíleggingar ið eru inni áðrenn kl. 12.00 verða útkoyrdir sama dag í lokaløkinum. Bíleggingar uttanum lokaløkið skula verða okkum í hendið áðrenn kl. 12.00 hvønn dag og so royna vit at samlað ordrarnar saman, tí hvør koyring hevur bert ein eykað kostnað, soleiðis at kundin fær bestu tænastuna. Hesar upplýsingar fylgja við hvørjari bílegging.

Gjalding:

Í hesum corona tíðum viðmæla vit bankaflyting áðrenn vøruveitan, men vit hava eisini ein tráðleysan terminal, ið møguleiki er at gjalda við. Hetta vegleiða okkara starvsfólk.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder