Lýsing

Vónin søkir goymslufólk

...

2020-05-25 11:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Deild okkara við Norðskála søkir eftir dugnaligum goymslufólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv.

Arbeiðið umfatar m.a.:

- Innkeyp og sølu

- Goymslustýring

- Vørumóttøka

- Avgreiðslu av bíleggingum

- ??tkoyring av vøru

Vit vænta at tú:

- ert álítandi

- ert skipað/ur og røkin

- hevur lætt við at samskifta

- hevur útbúgving ella royndir sum goymslufólk

- dugir at orða teg á skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

- tú hevur lætt at arbeiða við teldu

Tað er ein fyrimunur um tú dugir at arbeiða við Navision

Starvstreytir

Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn

Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Kenneth Jacobsen á telefon 219606.

Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. juni og skulu sendast til [email protected]

Um okkum

Vónin er ein av heimsins fremstu framleiðarum av útgerð til fiski- og alivinnuna við trimum deildum í Føroyum umframt deildum í Kanada, Grønlandi, Íslandi, Norra, Litava og Russlandi. Vónin hevur umleið 350 fólk í starvi.

Deild okkara við Norðskála stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av aliútgerð og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlanda. Á deildini við Norðskála starvast 25 fólk.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder