-nú uttanlandsskuldin verður goldin við forskattingini av pensiónunum.
Tað er at frøast um, at vit loksins eru byrjað at rinda niður skuld landskassans.
Men nú Kristina Háfoss aftur brúkar høvið at sparka eftir undanfarnu samgonguni, skal hetta ikki standa ósvarað.
Tá borgarliga samgongan tók við í 2011, var heimurin í størstu fíggjarkreppu síðani tríatiárini. Alt tyktist vónleyst.
Fólkatalið minkaði, inntøkurnar stagneraðu og útlitini vóru alt annað enn bjørt.
Undirskotið hjá landskassanum var meira enn 600 milliónir, so umráðandi var at halda tørn, so fólk ikki í hópatali fluttu av landinum undan væntandi hóttafallinum.
Hetta hevði við sær, at landskassin mátti læna til rakstur fyri at tað almenna framhaldandi kundi veita neyðugar vælferðatænasturnar til sjúkrahúsverkið, skúlaverkið o.s.fr.
Tí vaks skuldin árliga. Vildi Kristina Háfoss valt annan leist, nú hon aftur speirekur borgarligu samgonguna?
Púra ósmæðin
Alternativið var at spara inn á bein og so hevði samfelagið støðgað upp. Tað veit Kristina Háfoss.
Nú letur Háfoss okkum vita, at hon hevur alla æruna av uppgongdini síðani 2015.At sosialistiska samgongan???setti sær fyri at fremja ein skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk???.
Sum um, at borgarliga samgongan ikki hevði tað sum evsta málið? Hvussu ósmæðin kann mann vera?Tað er sjálvsagt kostnaðarleyst at rista breiðar álir av annan mans baki.
Búgvið borð
Undanfarna samgonga avhendi ein landskassa við nærum javnvági í 2015.
Hevði man ikki politiskt framskundað liðugtgerðina av Viðareiðistunnlinum frá 2016 til 2015, so hevði undirskot landskassans í 2015 verið minni enn 40 mio kr.
Frá einum halli uppá góðar 600 mio kr til 40 mio í bert 4 ár var eitt bragd. Og fyri tað fingu vit framúr ratingina frá Moody???s . Forrestin ta somu, sum vit hava fingið síðani!
Tí kom sosialistika samgongan til búgvið borð.
Fólkatalið byrjaði longu at hækka í 2012/2013, arbeiðsloysið fór frá 7,5 % niður á 3%, treystitølini gingu øll uppeftir,handilsjavnin hevði størri yvirskot enn nakrantíð, stórsigur í makrelstríðunum við ES, Gini-vísitølini tey bestu í Norðurlondum o.s.fr.
Rýma
Henda samgongan, sum skuldi rulla alt aftur - forskattingina av pensiónunum, avtaka flatskattin o.s.fr., leyp frá lyftunum. Ístaðin hevur hon uttan himpr síðani hækkað almennu útreiðslurnar við heilari milliard, sum sæst aftur í hækkandi kostnaðarstøði.
M.a. at sethúsprísirnir eru farnir til himmals.
Henda milliardin í meirútreiðslum er tikin frá skattgjaldarum og vinnuni. So er bara at vóna, at trøini vaksa inn í himmalin.
Fær vinnan mótrák, fer at sansa at hjá landskassanum. Og so eru aftur boð eftir borgarligum politikki.
Men tá eru Kristina Háfoss og co langt síðani rýmd og standa tá og steina upp í rútarnar uttanífrá - sum vant.
Tey kunnu so standa á trappusteinunum og rósa sær av at hava rindað 800 mio kr av uttanlandsskuldini, sum er 400 mio kr minni enn tey í valskeiðinum hava kasjað inn í forskattingini av pensiónunum - sum skuldi rullast aftur?!
Bjarni Djurholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald