Politikkur

Vit vilja lækka skatting og hækka barnafrádráttin

...

2020-10-31 13:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú KvF hevur havt eina lýsing av øllum kommununum í landinum, er tað nokkso hugstoytt at vera vitni til, at vit í Vága kommunu framvegis hava hægsta skatt og lægsta barnafrádráttí landinum.

Hetta rørir ikki sørt við rættvísiskensluna hjá skattaborgarunum. Um vit skulu rinda so høgan skatt, eigur tað onkursvegna at síggjast aftur í virkseminum og tænastunum hjá okkum.

Halda ikki at vit eru so nógv betri fyri, enn aðrar kommunnur, sum vit kunnu samanbera okkum við. Hetta hóast vit, eisini her vesturi, hava havt søguliga góðar tíðir seinastu árini.

Undanfarnu býráð hava ikki mett tað hava týdning, at leggja okkara skattatrýst á eitt miðal støði fyri landið.Men heldur brúkt meirkostnaðin til aðrar raðfestingar.

Her má broyting til!

Her má raðfestast soleiðis, at vit sum skjótast kunnu røkka einum skattatrýsti, sum í minsta lagi kann javnsetast við landið annars.

Somuleiðis við barnafrádráttinum.

Vit eru í støðugari kapping um at fáa borgarar at flyta til kommununa. Skatturin og barnafrádrátturin skal ikki vera ein forðing fyri hesum.

Hetta vilja vitá Framtíðarlistanum gera nakað við!

Oddmar Ravnsfjall, valevni til býráðið í Vága kommunu

X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder