Mentan

Vit syngja jólini inn

...

2015-12-18 01:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarnu ár verða jólini sungin inn í Kelduni 23. desembur kl. 21.

Hetta er eitt sera vælumtókt tiltak, har fleiri koma saman at syngja og hoyra framførslur, sum tað seinasta áðrenn jólini av røttum byrja.

Skráin í ár verður eins hugnalig og undanfarnu ár. Tað verður nógvur felagssangur, og eisini kemur Petur Hans Hansen av Toftum at syngja nakrar sangir.

Aftaná verður hugni við einum góðum drekkamunni og holukøkum.

??ll eru vælkomin, og tað er ókeypis atgongd. Innsavnan verður til missión.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder