Politikkur

Vit skulu hava javna kapping um farmasiglingina

...

2021-06-09 09:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu tíðina hevur grønlendska felagið Royal Arctic Line, saman við íslendska Eimskip, siglt við farmi til og úr Føroyum. Nógv gott kann sigast um kapping, og soleiðis er helst eisini í hesum førinum, men her er tó ein ójavni, sum eftir mínum tykki er sera óheppin. Tað er nevniliga soleiðis, at meðan grønlendsk skip kunnu sigla við farmi til og úr Føroyum, so kunnu føroysk skip ikki sigla farm til og úr Grønlandi, tí har er einkarættur galdandi. Bara Royal Arctic Line hevur loyvi til at sigla farmasigling millum Grønland og onnur lond, og millum grønlendskar havnir.

Síðani í desember havi eg tí, sum landsstýrismaður við vinnumálum, havt samskifti við grønlendska landsstýrið um ójavnan sum er í hesi kappingini. Eg havi víst á, at henda støðan ikki bara skeiklar handilsviðurksiftini millum londini, men hon gevur eisini íslendska/grønlendska samstarvinum ein órímiligan kappingarfyrimun mótvegis føroysku kappingarneytunum.

Tað kann ikki vera rætt, at skip úr øðrum londum kappast frítt móti føroyskum reiðaríum á Føroyaleiðini, meðan føroysk skip ikki fáa atgongd til teirra havnir.

Føroyar og Grønland hava gjøgnum langar tíðir havt gott samstarv á nógvum økjum, og mín vón er, at vit eisini fara at kunna samstarva á hesum økinum. Vit hava eitt stórt rutunet millum Norðurlond, Europa, USA og Russland, og ein víðkan av hesum rutunetinum til eisini at umfata Grønland, hevði uttan iva verið til gagn fyri bæði vinnu og borgarar í báðum londunum. Eisini í sambandi við eina vaksandi skipaferðslu í Arktis kann økt samstarv millum londini vera ein styrki.

Sjálvsagt skal eitt arbeiði gerast, áðrenn so grundleggjandi viðurskifti verða broytt, men grønlendska landsstýrið hevur víst góðan vilja til at tosa um tingini, og mín vón er, at vit innan alt ov langa tíð finna eina loysn á málinum.

Helgi Abrahamsen
landsstýrismaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder