Politikkur

Vit skulu fyrst og fremst verja Føroyar og føroyska umhvørvið

...

2019-02-11 19:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir eina grein á javnaðarportalinum In.fo fríggjadagin, har undirrittaði var siteraður meira ella minni rætt í sambandi við kjak um føroyska íkastið við stríðið ímóti veðurlagsbroytingum, er rættiligt rok komið í.

Eg haldi ikki, at eg fari skeivur, tá eg sigi, at føroyskir politikkarir vóru við frá byrjan av á veðurlagsráðstevuni í Rio dé Janeiro í 1992, og síðani hevur tað gingið slag í slag. Ein ráðstevna fyriog onnur eftir. Kyoto, Buenos Aires, Marrakech, Johannesburg osfr.

Mær vitandi hava føroyskir politikkarir úr øllum flokkum, umframt embætisfólk, luttikið á nógvum av hesum ráðstevnum. T.d. vóru bæði Annika Olsen og Kári P. Højgaard á vitjan í Rio í 2012. Eg veit ikki, hvat er komið burturúr, men eg veit, at um føroyskir politikkarir hava ynskt, at eitthvørt skuldi koma burturúr á veðurlagsøkinum, so er tað ikki Jacob Vestergaard, ið hevur staðið í vegin.

Tí kann eg illa taka tað í álvara, tá hvør Hanus og Janus nú sigur seg vera skelkaðan. Ja, sjálvt heimspekingurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur funnið tíð at skriva mær nøkur orð um lortaspannir og gubbar, umframt eitt nýtt valevni hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur latið seg í oljuklæðir.

Ikki tí, eg viðurkenni, at veðurlagsbroytingar eru veruligar, og nógv bendir á at tær eru mannaskaptar.

Og eg viðurkenni eisini, at veðurlagsbroytingar kunnu ikki steðgast fullkomuliga, men um heimsins lond veruliga taka seg saman innan fá ár og finna alternativar orkuloysnir, ið ikki forða londum í at mennast, so kunnu veðurlagsbroytingarnar avmarkast.

Men eg veit eisini, at tað føroyska útlátið av CO2 spælir ongan leiklut. Tað er bara ein dukkufretur í hesum sambandi, og tí vil eg halda fast við, at vit í Føroyum skulu ikki skræða okkum sundur og leggja byrðar á vinnu og fólk, til tess at minka okkara frammanundan lítla og týdningarleysa útlát.

Hinvegin haldi eg, at okkara ábyrgd er at verja okkara land og okkara umhvørvi. M.a. ímóti veðurlagsbroytingum. Tí tær koma sum kunnugt óansæð, og mær vitandi eru ongar ætlanir fyri, hvussu vit skulu møta hesum avbjóðingum í framtíðini.

Hvat nú um tað verður kaldari, heitari, vátari ella turrari?

Hvat hendir við okkara infrastrukturi tá?

Gerast okkara havnaløg óbrúkilig, og skulu allar kloakkir leggjast av nýggjum?

Og ikki minst, hvat hendir við okkara náttúru tá?

Skolar okkara tunna moldlag á sjógv, og stendur vøkstur og djóralívi á sjógvi og landi fyri hóttafalli?

So mín áheitan skal vera, um vit vilja Føroyum og føroyska umhvørvinum væl, lat okkum brúka okkara avmarkaðu orku á umhvørvisøkinum, har hon ger mun.

Sitandi samgonga við Javnaðarflokkinun á odda hevur onki gjørt á umhvørvisøkinum yvirhøvur. Tey hava tosað um ???grønar loysnir???, men onki er komið burturúr.

Veruleikin er, at vit ongantíð hava brúkt so nógva olju sum nú. Tí er væl skiljandi, at omanfyri nevndu royna at flyta fokus í royndini at krógva egið atgerðarloysi.

Jacob Vestergaard.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder