JN

Vit skulu fjølgast

...

2020-02-28 12:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Arbeiðsmarknaðurin og samfelagið eru nógv broytt seinastu árini. Tíverri hevur sjálvsøkni samstundis fingið størri rásarúmd. Tørvurin at standa saman er tí størri enn nakrantíð.

Ein tann størsta avbjóðingin hjá Starvsmannafelagnum, sum liggur fyri framman, er at fáa nýggjar limir.

Fólkatalið veksur og løntakarafjøldin veksur, men limatalið hjá felagnum veksur ikki samsvarandi. Vit mugu leggja alla orku í at fáa hesa gongdina aftur á beint.

Vit vita, at tað er ein stór avbjóðing at fáa tey ungu við. Fakfelagsrørðslan er fremmand fyri nógv teirra. Men vit mugu fara út at vísa okkum fyri teimum, og siga teimum tær góðu søgurnar um fakfeløgini, og at eingi rættindi á arbeiðsmarknaðinum eru komin av sær sjálvum. Vit mugu siga teimum, at teirra vælferð bert er til, tí teirra forfedrar ígjøgnum fleiri ættarlið hava stríðst fyri henni.

Og vit mugu siga teimum ungu eins og øllum øðrum, at tað helst ongantíð hevur verið meira neyðugt enn júst nú at standa saman um fakfeløgini og at verja vunnin rættindi.

Eg ætli at leggja alla orku í at fáa limatalið upp næstu fýra árini, verði eg valdur.

Men til tað krevst, at tit limir vísa mær álit, brúka tykkara atkvøðurætt og velja meg.

Starvsmannafelagið hevur alla tíðina brúk fyri at endurnýggja seg, men felagið hevur sanniliga eisini brúk fyri royndum fólki við áræði, sum kunnu borga fyri stabiliteti.

Hetta er vert at hugsa um, tá formaðurin skal veljast. Vel tí ein formann, sum er sakligur, sjónligur og stabilur.

Um tú ikki kemur á aðalfundin, so ber til at venda sær til skrivstovu felagsins á telefon 614868 ella umvegis teldupost á [email protected] og biðja um atkvøðuseðil.

Gott val

Vinarliga

Súni Selfoss, formansvalevni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder