Politikkur

Vit mugu hava nýtt barnaheim nú

...

2020-11-26 08:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyrt tú meg, so er eingin ivi um, at ein av mest átrokandi byggiverkætlanum í løtuni er byggingin av einum nýggjum tíðarhóskandi barnaheimi. Vit kunnu ikki blíva við at seta børnini til síðis.

Fyri at hava bestu fortreytir fyri at trívast og mennast er tað av allarstørsta týdningi, at børn, ið eru sett heiman og fleiri við serligum avbjóðingum, hava innbjóðandi og haldbarar búumstøður. Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki.

Børnini húsast í dag fleiristaðni, og er hetta hvørki skynsamt ella fakliga nøktandi yvirhøvur. Fyri at fáa sum mest burturúr, bæði tá tað kemur til rakstur og felags sparring og menning, er best, at bygt verður ein felags búeind her í høvuðsstaðnum. Tað er ikki neyðugt at byggja so stórt, sum upprunaliga ætlað, uppi Millum Gilja í Hoyvík; kanska til helvtar. Og partar av virkseminum sum t.d. Móttøkudeildin og Familjudeildin kundu verið bygdir sum meira familju-sethúsakendar eindir, og kundu ligið í ávikavist Runavík og á Strondum.

Men uttan mun til, hvussu vit velja at skipa byggingina, so er eingin ivi um, at gongd má setast á verkætlanina sum skjótast. Í frágreiðing sínari frá 2019 staðfestir Løgtingsins umboðsmaður, sum eisini er barnanna umboðsmaður, at stórur tørvur er á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, har børnini kunnu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey hava tørv á og rætt til eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum. Tí havi eg í dag sett landsstýriskvinnuni við Almannamálum ein fyrispurning um nýggja barnaheimið og hvussu nógvan pening vit nýta til at leiga fyribilshølir til Barnaheimið í dag.

Tað skal vera mín vón, at børnini ikki verða gloymd undir hesi samgonguni.

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder