Vit mugu gera meira fyri, at tey eldru ikki sita einsamøll
Tað var hjartaskerandi at síggja innslagið um búfólk á eldrasambýlum okkara í vikuni.Vit kunnu ikki halda á fram at avbyrgja okkara eldru. Tí hóast tað er gjørt í bestu meining fyri at verja tey, so eru tað framvegis okkara eldru, sum gjalda nógv tann hægsta prísin av koronasmittuni.
Fleiri eldrasambýli í landinum eru stórir og rúmligir stovnar. Har burdi verið karmar til at skipa viðurskiftini soleiðis, at avvarandi sleppa inn at vitja, uttan vanda fyri at smitta verður borin inn á stovnin. Landsfelag pensjónista nevnir til dømis, at tað átti at borið til at fingið til vega plexiglas rútar, sum kunnu setast upp ímillum búfólkið og tann avvarandi. Um avvarandi til dømis ringja til stovnin og bíleggja sær vitjanartíð, so ber til at hava vitjanir undir skipaðum viðurskiftum, uttan at nøkur kontakt er millum vitjandi og búfólk ella starvsfólk.
Tað er væl hugsandi, at tað er neyðugt við fleiri starvsfólki á stovninum fyri at tryggja, at hetta kann gjøgnumførast uttan at nakar smittuvandi stendst av tí.
Um tað er so, so mugu vit bara seta fleiri fólk.
Harumframt er avgerandi, at tey, sum tørva kropsliga endurvenjing av onkrum slag, aftur fáa atgongd til hesa tænastuna undir tryggum viðurskiftum. Í mínum hugaheimi eigur alt hetta at bera til, um vit saman við kommununum veruliga hyggja uppá øll tey lágpraktisku viðurskiftini og eisini eru til reiðar at seta fleiri fólk um neyðugt.
Eg ivist onga løtu í, at dugnaligu starvsfólkini bæði renna, knossa og geva eitt gott orð við á vegnum. At tey gera alt, tey megna fyri okkara eldru.
Nú er tíðin komin, at vit hjálpa teimum!
Hvør dagur er dýrabærur fyri eldru borgarar okkara. Tí mugu vit bera skjótt at.
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald