Gransking vísir at tað sum hevur størsta týdning, er at fyribyrgja heilt niðri í barnagørðunum, at børn við serligum avbjóðing fáa hjálp so tíðliga sum gjørligt.
Ikki minst skal happing takast í álvara og fyribyrgjast, eisini millum vaksin
Hava ung sálarligar ella psykiatriskir avbjóðingar, sum tey ikki fáa viðgerð fyri, so eru tey í stórum vanda fyri at tey sjálvmedisinera seg, tvs drekka ella taka rúsevnir. Fyri at fáa linna fyri sína avbjóðing
Fyribyrging og upplýsing skal til, men ikki minst góðtaka at tað er ein sjúka. ??ll, hvør í sínum lag, kenna vit til at drykkifólk eru í familjuni. Í dag eru stoffini eisini komin inn, tí er avbjóðingin so massiv.
Sálarligar avbjóðingar og stoffir saman, er ein tann størsta avbjóðingin vit hava. Flest øll ung, sum eru komin í misnýtslu, er av einari orsøk. Tey hava ikki fingið hjálpina tey hava havt brúk.
Tí hava Ísland og Noregi aktivt raðfest fyribyrging.
So upplýsing, fyribyrging, tiltøk, umsorgan og álit skal til. Tað gera vit bara saman.
Hetta er eitt av mínum heilt stóru hjartamálum.
X við Rósu Samuelsen á Borgaralistanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald