2020-04-13 18:20
Nógvar óvæntaðar útreiðslur eru í løtuni orsakað av koronastøðuni. Hjálparpakkar eru neyðugir, men hjálparpakkarnir kosta eisini pengar.
Á sama hátt, sum vit saman taka ábyrgd av kreppuni, á sama hátt mugu vit eisini taka ábyrgd av rokningini, tí tað kemur ikki uppá tal, at skattagjaldarin skal rinda meira, enn hann longu ger, fyri at fíggja truplu samfelagsstøðuna.
Einasta rætta er, at politiska skipanin beinavegin fær greiðu á, hvar peningurin skal koma til at rinda rokningina.
Rokningin má ikki sendast til skattagjaldaran, sum í nógvum førum eisini er raktur av koronastøðuni, og harvið hevur mist inntøkur.
Vinnan skal hava tað gott, og skattagjaldarin skal hava tað gott.
Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald