Politikkur

Vit kunnu øll okkurt - tey skerdu eru eisini sterk

...

2019-08-24 09:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eitt valevnið skrivaði í gjárkvøldið, at vit gjalda skatt til felagsskapin, har "tey stóru og sterku" rinda "meira enn tey skerdu og sperdu."

Mær dámar væl orðaspælið, men hví kunnu tey "skerdu og sperdu" ikki teljast millum "tey stóru og sterku"?

Gevur tú mær hamara í hond, kann eg einki. Gevur tú mær teldu og internet, kann eg byggja altjóða fyritøku upp.

Sama er galdandi fyri nógv onnur. Summi eru bóklig. Onnur handalig. Gevur tú handaligum persóni akademiska bók, dumpar viðkomandi kanska í skúlanum. Gevur tú handaligum persóni hamara ella saks, kann viðkomandi gerast millum tey bestu í heiminum.

??ll kunnu okkurt - eisini tey skerdu!

Hanus Samró
Valevni hjá Fólkaflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder