Í uppskotinum til fíggjarlóg, sum varð lagt fram 28. september 2018, hevur samgongan valt atdrýggja nakrar íløgur nakað, tí nógv ferð er á búskapinum. Fyri byggivinnuna merkir tað, at tað ertorført at útvega arbeiðsmegi, og kostnaðurin fyri byggiarbeiði er tí eisini methøgur. Sjálvsagt erlættast at útseta nakrar byggiíløgur, har byggingin ikki enn er byrjað, og tí er bygningurin hjáSjóvinnustýrinum ein teirra, har nakað minni verður sett av til íløgu í 2019.
Skrivstovubygningurin hjá Sjóvinnustýrinum kemur tí sannlíkt at standa liðugur eitt sindur seinnienn upprunaliga ætlað. Tó skal sigast, at um upphitaða støðan í byggivinnuni hæsar av, so ber til atseta ferðina upp, t.d. soleiðis at størri játtan kann fáast til vega í 2020, enn tað framgongur avuppskotinum til fíggjarlóg fyri 2019. Hendir tað, kann upprunaliga tíðarætlanin fyri, nærbygningurin skal standa liðugur, haldast.
Tað er undir ongum umstøðum grund til at sáa iva um, at Sjóvinnustýrið frameftir kemur at húsast ínýggjum hølum í Vágum. Sum landsstýrismaður havi eg tryggjað, at peningur er settur av tilverkætlanina, eisini í 2019, og eg havi longu í vár heitt á Landsverk, sum kemur at standa fyribyggingini, um at fara undir fyrireikandi arbeiðið, les alt svari hjá Poul Michelsen her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald