Tað var væntað, og eisini væl skilligt, at tey, ið halda seg hava patent uppá umhvørvisvernd, fóru at misskilja mín boðskap við vilja.
Val er í nánd, og veðurlagsbroytingar eru bráðliga á dagskránni, so nú gongur upp fyri samgonguni, at hon svartasta onki hevur útint á veðurlagsøkinum og umhvørvisøkinum í heila tikið.
Eg verði lagdur undir at vera ímóti, at Føroyar skulu gera sín part fyri at minka útlatíð av veðurlagsgassum.
So er ikki.
Eg haldi, at Føroyar og føroyingar skulu gera sín part, men eg eri als ikki samdur í, at okkara partur er hann, ið danir og frælsar tjóðir hava samrátt seg til í altjóða sáttmálum, ið taka hædd fyri teirra viðurskiftum, meðan ongin spyr eftir, hvat er ein rímiligur niðurskurður fyri føroyska samfelagið.
Føroyar eru ikki Danmark, og Føroyar eru ikki EU.
Nærum helvtin av okkara útláti stavar frá okkara fiskiflota. Trolarar og línuskip, ið føra okkum fong til lands, útvega okkum arbeiðspláss á sjógvi og landi, og skapa útflutningsvirði, vit als ikki kunnu vera fyriuttan.
??tlátið frá danska fiskiflotanum sæst ikki aftur í teirra hagtølum, so lutfalsliga lítil er teirra floti.
Vil man áleggja føroyska flotanum umhvørvisavgjald omaná øll onnur avgjøld, ið henda samgonga longu hevur álagt vinnunu?
Og hvat skal tað muna fyri umhvørvið?
??tlátið minka ikki av, at oljan gerst dýrari. Tí skipini mugu út at veiða, og neyvan fara tey at seta segl.
Uttan so, at avgjaldið skal vera so høgt, at tað lønar seg ikki at fiska.
Kanska er tað tað, man vil?
Áðrenn man svarar hesum spurningum, skal havast í huga, at stóra útlátið frá fraktskipum og flogførum í altjóða ferðslu, sum vit eiga lítið og onki í, verður ikki talt við í uppgerðirnar hjá teimum londum, ið eiga hesi skip og flogfør. Sum t.d. Danmark. EU-londini býta ikki sín samlaða niðurskurð javnt millum sín, og Ísland, okkara skilagóði granni fyri norðan, hevur seravtalu, sum tekur hædd fyri teirra serligu støðu.
So mín støða er greið.
Vit skulu minka um føroyska útlátið við støðið í einum føroyskum veruleiki. Tað skulu vit ikki gera við at leggja enn fleiri avgjøld á fólk og vinnu, men hinvegin við at taka avgjøld av, har tey eru ein forðing fyri, at tann grønara loysnin verður vald.
Vit skulu ikki lata okkum blenda og renna á leistum eftir dønum í hesum málið, soleiðis sum samgongan við sonevnda loysingarflokkinum Tjóðveldi ger, meðan landsstýrismaðurin hjá Framsókn vendir íslendingum bakið, og hálsfevnir Kina og onnur líknandi lond á sínum 39 flogferðir (og vit eru ikki liðugt at telja enn) fyri skattgjaldarans pening, ið væl saktast gera hann til millum mest dálkandi føroyingar yvirhøvur, um nú flogfør í altjóða ferðslu taldu við.
Lati danir og EU taka ábyrgd á sínum útláti, so skulu vit nokk taka ábyrgd av Føroyum.
Vit hava onki at skammast av, og tað hevði sømt Tjóðveldi at innsæð tað, ístaðin fyri at hongja føroyingar út sum umhvørivissvín.
Tað er sanniliga blivið einsligt á vonginum í føroyskum politikki, har vit, ið vilja Føroyum væl og fram á sjálvstýrisleið, enn halda til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald