Ein framtíð, sum saktans kann líkjast henni vit hava í dag, um vit ikki vilja broyting.
Tí eiga vit eisini at hugsa fram í tíðina. Hvat skal okkara kommuna hava at bjóða sínum borgarum um 5-10 ár?
Eg kundi hugsa mær, at vit longu í komandi valskeiði fara undir at fyrireika eina svimjihøll. Tað er nakað, ið veruliga kundi skapt trivna og vælveru fyri allar aldursbólkar. Vatn er altíð nokk av, og tað finnast fleiri góðar grønar loysnir at hita tað við. Oljan eigur ikki at verða partur av okkara framtíðarætlanum. Tí eiga vit eisini at fara yvir til grønar loysnir til verandi bygningar hjá kommununi. Hetta skylda vit okkara eftirkomarum og heiminum.
Vit mugu vera frammi í skónum og arbeiða fyri trivnaði og fólkavøkstri. Kappingin er ógvuliga hørð. Um vit ikki hava ætlanir og áræði at skapa eina kommunu ið skarar framúr, og eina kommunu, ið hevur øll nútímans tilboð til borgaran, verða vit vald frá, tá fólk skulu seta búgv. Nógvar kommunur á okkara stødd hava longu nú bygt, ella eru í gongd við, at byggja nýggjar skúlar og barnagarðar. Hetta hava vit longu, so vit eru frammalaga á økinum. Her eiga vit at hugsa enn longur fram.
Hevði tað ikki verið ótrúliga gott, um vit um 10 ár hava eina kommunu, sum kann vísa á, at vit hava eitt mentanarhús, listastovu, svimjihøll, ítróttarhøll, tvey róðrarneyst, hølir til bogaskjóting og dart, umframt caféir og matstovur?
Eg vil serliga leggja dent á, at reiðoyggin í Føroyum (Vágar) er í dag noydd at senda okkara børn við serligum tørvi til Havnar at ríða. Hetta er hvørki neyðugt ella virðiligt. Um stutta tíð hava vit í Vágum eina nýggja ríðihøll, sum stórt sæð stendur uppi við sjálvbodnum arbeiði. Hesum átaki skal kommunan stuðla.
Lat okkum arbeiða fram ímóti einari grønari umfevnandi kommunu, sum hevur góð tilboð til allar aldursbólkar frá vøggu til grøv.
Um tit vilja hetta, eru tit vælkomin at seta X við Kristinu á lista F.
Kristina Mouritsen, valevni til býráðsvalið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald