
Vistgrøði hevur stovnað hópfígging fyri at fáa betri umstøðurí handlinum, til inventar, kassaskipan og til at stovna ein nethandil. Hetta so VistGrøði kann senda vørur um alt landið. Nýtt inventar hevði betraðum reinførið, longt haldførið, umframt at taðhevði lætt um hjá limunum og um arbeiðið hjá teimum, sum arbeiða í VistGrøði.
Hvat er VistGrøði?Vistgrøði er eitt limafelag og heldur til í Tróndargøtu í Havn, har limir kunnu koma og keypa tvær ferðir um vikuna. Arbeiði er sjálvboðið. ??ll vøran er vistfrøðilig, í stóran mun FairTrade, og er flutt heim í stórum nøgdum, so til ber at keypa uttan at vøran er pakkað inn.
??ll kunnu gerast limir í VistGrøði viðat upplýsa navn, telefonnummar og bústað. Limir kunnu keypa í handlinum og hava ávirkan á virksemi og vørubílegging, um tey ynskja tað. Eitt nú við at vera virkin í nevndini. Aftur at nevndini eru fleiri sjálvboðin.
Hví hópfígging?Av tí at altarbeiði er sjálvboðið, og prísurin á vørunum er so lágur sum til ber, er tað ikki nógv, sum kemur í kassan. Tí hevur Vistgrøði stovnað hópfígging til at fáa betri umstøður og røkka longri út - við kassaskipan, inventar og nethandli.
Endamálið við Vistgrøði
Vistgrøði strembar eftir at minka um oyðsl og dálking, ið stendst av framleiðslu, flutningi og innpakking av matvørum. Vistgrøði vil veita vørur til limirnar, ið eru framleiddar undir rættvísum viðurskiftum og við virðing fyri umhvørvinum. Vistgrøði roynir at virka fyri, at limirnir hava atgongd til lokalt framleiddar matvørur og harvið stimbra grundarlagið fyri handli av lokalt framleiddum matvørum í Føroyum. Vistgrøði vil virka fyri, at limir hava atgongd til natúrligar og helst vistfrøðiligar vørur í leysari vekt, har dentur verður lagdur á vøruuppruna, gjøgnumskygni og góðsku. Harumframt skipar Vistgrøði fyri og tekurlutí tiltøkum, ið hava til endamáls atøkja kjak og vitan um umhvørvisvinarliga og etiska matframleiðslu og matvørugóðsku.
Hjálp okkum at stuðla einum rættvísari heimi og ruskfríum Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald