2020-11-06 21:21
Í gjárkvøldið skipaði Visit Vágar fyri fundi, har hagastýrir, festarar og ognarmenn vóru boðin til fundar í Marghøllini í Sørvági - fitt av fólki var møtt til fundin, tó verri enn so, at øll hagastýrir, festarar og ognarmenn vóru møtt.
Fundurin hevði til endamáls:
1. At lýsa støðuna í dag.
2. At finna útav - hvørjii mál skulu Vágar og Mykines seta sær og hvønn leiklut skulu Visit Vágar og kommunurnar í Vágum og Mykinesi hava.
3. Orða eina burðardygga ferðavinnustrategi og menningarætlan uppá stutttíðarætlan og langtíðarætlan.
4. ??rslit har so nógv sum møguligt eru samd um ætlanirnar.
Umboð fyri felagsskapinn Jarðir var við á fundinum og greiddi frá ætlanunum.
Nøkur tóku orðið á fundinum, sum annars var sera tamur.
Vit tóku nakrar myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald