Tiltøk, iðskapa møguleikar at fáa gagnnýtt førleikarnar hjá teimum, ið av eini og aðrari orsøk ikki eru áarbeiðsmarknaðinum, men eru áhugað at gerast virkin, eiga at verða sett í verk. Talan kann eitt nú veraum pensjónistar ella fyritíðarpensjónistar. Týdningarmikið er at leggja dent á,at skapa hóskandi avbjóðingar, til atøkja um lívsvirðið hjá borgarum, ið ynskja at hava eina týðandi og innihaldsríka uppgávu.
Líknandi leistur, verður nýttur at fáa fleiri ung virkin. Tað eru fleiri ung, ið ikki eru partur av teimum frítíðartilboðum, ið eru í nærumhvørvinum. Serliga hesi fáa gagn av einum starvsmøguleika hjá kommununi, ella møguligum samstarvi millum kommunu og virkir. Ein menning av tiltakinum???Ungíarbeiði???, har tey ungu verða knýtt at einum arbeiðsplássi eitt ávíst tíðarskeiðer upplagt.
Hervið eru vit við til at kveikja áhugan hjá teimum ungu fyri hesum vinnugreinum, umframt at vit menna nakrar førleikar, ið koma væl við, um tey skulu undir víðari lesnaella søkja størv.
Ivaleyst eru fleiri hættir at skipa slík tilboð. Ein leisturer eitt nú, at lagt hesi tiltøk undir ungdómshúsið, ogá tann hátt fingið nøkur tilboð, iðsamsvara við áhugan hjá teimum ungu og førleikarnar hjá teimum eldru.
Elisabeth Haraldsen, valevni til býráðið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald