SÍF húsið er játtað, men ikki endaliga yvirtikið. Hetta drúgvamál hevur tikið alt ov langa tíð, men lat tað fara!
Her er ein upplagdur møguleiki at gera ein lítlan depil,har man bjóðar øllum teimum ítróttarfeløgum, sum ikki hava kontór, at skapa einfelagskap saman uppi á loftinum. Við tað at man savnar feløg, vil man eisiniskapa eitt livandi umhvørvi, og man vil skapa nakað heilt nýtt og komið hvørjumøðrum við, øllum til gagns.
Hettar er í hvussu so er nakað, man eigur at spyrjafeløgini, um tey hava áhuga í. Skiftirúm eiga at vera dagførd, og onkrar broytingarmugu helst gerast fyri at rúma hesum, men tað hevði blivið ein miðdepil, harbørn og vaksin møttust. Eitt gott umhvørvi, har allur ítróttur møttist, tilgangs fyri heilsu og ungdóm okkara.
Ungdómshús
Lat okkum fáa eitt gott tilboð til okkara børn frá 3-6flokk upp at standa, so at tey hava eitt pláss at fara til eftir skúlatíð íbáðum bygdum. Tí veruleikin er nú einaferð so, at nógv børn eru heimaeinsamøll, tí foreldur teirra vinna til dagsins uppihald. Opið skal ikki verasomu dagar, men 2 dagar í hvørjum húsi. Hettar tilboð eigur at lata upp, tá 3.flokkur hevur frí úr skúlanum, og so kunnu børnin taka bussin, antin tilMiðvágs ella Sandavágs.
Fylgja vit hesum leisti, so er møguleiki hjá børnumokkara at vera saman eftir skúlatíð 4 dagar um vikuna. Opið skal vera fráumleið 13-17. Innihaldið skal samskipast við verand starvsfólk, og halda framvið at vera eitt stað, har børnini veruliga vilja samlast.
Til tey eldru børnini, frá 7 flokki og upp til 10 flokker eitt samlingsstað av stórum týdningi. Tíðirnar eru so nógv broyttar, ogtørvur er veruliga á einum tilboði til tey. Hvussu stórur tann tørvurin er, ognær tað skal vera opið, tað finnur man bert út av við at royna.
Tað sum er av alstórum týdningi, er at tilboðið er gott,og at tey eisini sjálv sleppa at mynda húsið. Tí skal ein ungdómsnevnd viðunglingum setast á stovn, og vera lønt á jøvnum fóti, fyri tað fundarvirksemisum er. Hettar vil hjálpa kommununi í at skapa nakað sum brúkarin vil hava.
Í Miðvági hava vit eitt tað besta og mest barnavinarligaøkið í landinum. Skúlin, frítíðarskúlin, ungdómshús, MB-húsið og sandurin.Hetta økið eigur man at gera nógv meira við, og stendur tað upp til mín, sovera børnini í 1-2 flokki verandi har, eisini eftir at skúlin á Giljanesi erútbygdur. Stutt til vøll, í ósan, á sandin, og 1 min frá skúla í frítíðarskúlaeftir einari tryggari farleið. Hettarkundi ikki verið betur konstruera. MEN hettar merkir eisini at ósin skal verareinur, og at man hugsar enn meira um trivnað í økinum.
Í Sandavági rennur kloak út í ánna, serliga tá regn hevurverið. Hettar er eisini nakað sum hond má takast um, tað rennur óhumska omanmillum børnini og gummibátar sum hugna sær í ánni, hettar ber snøgt sagt ikkitil. Her má og skal finnast ein loysn skjótast!
Set x við lista A
Set x við Bjarna Prior
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald