Sum ein partur av vinnuni í Vága kommunu seinastu mongu seturnar má eg viðganga, at lítið hevur verið at sæð til vinnuligar visiónir frá kommununi, hóast gylt lyftir til hvørt býráðsval. Og hetta skal broytast prompte frá komandi setu!
Skattainntøkurnar frá vinnulívinum í Vága kommunu eru lutfalsliga smáar, samanborið við størru kommunurnar í landinum. Vit mugu fáa vinnulívið at støðast í Vága kommunu, um vælferðin skal tryggjast nú og inn í framtíðina.
Eitt ríkt vinnulív er umráðandi fyri eina kommunu, tí tað skapar ringvirkningar lokalt. Tað skapar skattainntøkur, arbeiðspláss, stuðul til frítiðarvirksemi í kommununi v.m..
Vit kunnu gleðast um, at menn við áræði og vilja hava sett gongd í Snarfrost og at Katrin Jóhanna er komin vestur. Eg taki hattin av fyri, at hesir menn royna og fáa tað at virka, hóast rammurnar satt at siga eru mangulfullar. Sum ein ábyrgdarfull kommuna eiga vit at tryggja, at bryggjukantur verður dagførdur og vónandi longdur. At fríhold og pullartar verða eftirhugdir og settir í nøktandi stand ella skift, um hetta er neyðugt. Og at vit dýpa, soleiðis at nøktandi skip kunna leggja at og virka. Hetta fyri at karmarnir skula vera nøktandi hjá verðandi aktørum at virka undir og at skapa inntøkur til kommununa.
Eitt skulu vit gera okkum greitt: Kappingin um vinnulívið er gróthørð! Vantandi framskygni hevur longu kostað okkum vinnufyritøkur. Tað má og skalikki sleppa at henda aftur. Vit eiga at vera longri frammi í skónum, um vit skulu metast millum bestu kommunur í landinum. Tiltøk skulu setast í verk, so okkara vinnulív skal sleppa at seta búgv, búleikast og sleppa at vaksa í besta mun gjørligt. Tí vil eg arbeiða fyri:
1. at vinnugrundstykki verða gjørd byggibúgvið - ongantíð ov skjótt.
2. at seta á stovn vinnuting, har tætt samskifti við vinnuna tryggjar at vit vita, hvat vinnan hevur tørv á fyri best at virka. Við hesum hjálpa vit og stuðla uppundir vinnuna, soleiðis at vinnulívið ger tað, tey eru best til ??? skapa arbeiðpláss og úrslit, ið aftur koma borgarum og kommununi til góðar.
3. at dugnaliga lokala arbeiðsmegin er boðin við, tá 2.byggistig av Skúlanum á Giljanesi verður boðið út í næstum.
4. at kommunan orðar eina vakstrarætlan, ið langtíðartryggjar vøkstur í kommununi, við m.a. at hyggja at vakstrarverkætlanum aðrastaðni í ríkinum (t.d. Thisted kommune)
5. at framskygdur vinnupolitikkur verður orðaður.
Somuleiðis vil eg arbeiða fyri at skapa eitt umhvørvið, sum eggjar til íverksetanarhugin hjá fólki. Eitt gott dømi er, at tvær familjur hava tikið saman lógvatak um at lata Bartalstovu uppaftur ??? eitt fantastiskt innitiativ, sum skapar trivað og lív í kommununa ??? vit ynskja fleiri av hesum success søgunum.
Og nei, tað er ikki bara valflesk ??? hetta kemur at henda við einum sterkum Framtíðarlista í býráðnum 10 november!
Gott val øll somul, einari sterkari Vága kommunu at frama.
Jóhan á Mýrini, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan??? ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald