Ein komandi samgonga skal geva vinnuni tryggar karmar, ið beina vinnuliga ótryggleikan, sum valdar í dag, av vegnum
Vit í Fólkaflokkinum trúgva upp á eitt frælst og vælvirkandi vinnulív, sum hevur tryggar langtíðarkarmar at virka undir. Vinnan skal altíð vita, hvat næstu árini hava at bjóða ??? eitt nú av skattum og avgjøldum frá tí almenna. Vinnufyritøkur skulu trygt kunna raðfesta sínar íløgur í álítandi langtíðarkørmum, tí harvið ber til at hugsavna seg um virksemið, sum er at skapa vøkstur, arbeiðpláss og ikki minst framburð í fyritøkuni og í føroyska samfelagnum. Í longdini skapar hetta eisini størsta avkastið til landskassan við skattum og gjøldum.
Verandi vinstrasamgonga við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hevur í ólukkumát víst ein vinnufíggindaligan politikk seinastu fýra árini. Sitandi samgonga hevur álagt vinnulívinum munandi meirgjøld í árunum 2015 - 2019. Mest hevur verið tosað um øktu gjøldini á fiskivinnuna, har hesi gjøld eisini hava skapt stóran ótryggleika og minkandi íløguhug í t.d. nýbygging av einum aldrand fiskiflota.
Men vit mugu ikki gloyma, at henda vinstrasamgongan eisini hevur lagt nógv onnur gjøld á allar aðrar vinnufyritøkur í landinum. Fyritøkur so sum framleiðsluvirkir, tænastuvirkir, handlar, peningastovnar, ferðavinnnufyritøkur, bilasølur, frisørar, el-fyritøkur, byggifyritøkur, flutningsfyritøkur ??? og vit kundu hildið áfram. Felags fyri allar hesar fyritøkur er, at tær allar hava fingið munandi økt almenn gjøld seinastu fýra árini.
??r rúgvuni av gjøldum kann nevnast kringvarpsgjaldið, sum allar fyritøkur skulu gjalda, sjálvt um allir føroyingar frammanundan rinda kringvarpsgjald yvir skattin. Eisini hava munandi økingar í gjøldum verið í sambandi við lønarflytingar. Her er talan um munandi hækkingar í AMELG-gjaldi og hækking av heilsutrygdargjaldi. Onnur gjøld, sum sitandi samgonga hevur hækkað, eru: ??kt tinglýsingargjøld, økt umhvørvisgjøld, økt bensin- og dieselavgjald, økt vektavgjald á bilar umframt økt nýtslugjøld frá almennum stovnum. ??ll hesi gjøld á vinnuna hava givið munandi meirútreiðslur, sum hava minkað kappingarførið hjá vinnuni.
Tað valdar ein stórur ótryggleiki hjá øllum fyritøkum í Føroyum í dag. Hvat kann ein vinstrasamgonga ikki hugsast at koma við av nýggjum gjøldum á vinnuna, um henda samgonga aftur kemur til valdið eftir valið? Sporini farnu fýra árini ræða, og vinnufyritøkur hava ikki gott í væntu, um verandi samgonga sleppur at halda fram við sínum vinnufíggindaliga politikki eftir valið. ??ivað koma nógv fleiri tyngjandi gjøld i ljósmála, um vintraflokkarnir á tingi fáa møguleikan at skipa samgongu eftir summarfrítíðina, og tá verður kappingarførið hjá føroyska vinnulívinum avlagað uppaftur meira komandi árini.
Fólkaflokkurin ynskir, at føroyska vinnan hevur tryggar og langtíðarkarmar at virka undir. Tá kunnu vinnufyritøkur blóma og skapa vøkstur, arbeiðspláss og framburð í føroyska samfelagnum. Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg verði valdur á Føroya Løgting.
Birgir Nielsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald