2020-11-01 20:35
Vit gleðast um vinnuvirkini, sum vit hava í kommununi. Hesi skulu vit lívga um, so tey fáa bestu umstøður at virka undir. Vit skulu eisini kveikja undir íverkstetan og fáa nýtt vinnulív í kommununa.
Hvussu kunnu vit tæna vinnuni best? Tað gera vit við at kenna vinnuna væl og vita hvørjar tørvir og ynski vinnan hevur. Hetta gera vit við at hava tætt samband við vinnuna. Hesa setuna havi eg, sum formaður í Vinnu- og havnanevndini, saman við borgarstjóranum, havt ein árligan fund við nevndina í Handverksmeistarafelagnum, fyri at samtala um støðuna og fyri at greiða frá, hvørji arbeiði hjá kommununi liggja fyri framman. Hetta er gott, men vit kunnu gera tað nógv betri. Vit skulu hava tætt samband við alla vinnuna í kommununi.
Vit skulu ikki bara vita hvussu vinnan hevur tað og hvussu nøgd hon er, ímun til áður, men vit skulu samanbera okkum við aðrar kommunur og bjóða minst líka góðar tænastur, ella betri. Kommunan skal verða løtt at fáa samband við, geva skjót svar, hava góða og skjóta málsviðgerð, hava vinnuøkir tøk v.m.
Havnin skal dagførast. Vit gleðast um at vit nú fáa fleiri skip til bryggju, og fáa fleiri inntøkur av hesum, men mugu ergra okkum um at umstøðurnar ikki eru nóg góðar, til at størri skip sum Katrin Jóhanna kunna liggja her um veturin. Vit hava játta at gera nýggjar pullartar, men teir eru tíverri ikki gjørdir enn.
Havnin skal hava egnan kassa, soleiðis at inntøkurnar verða brúktar til at halda havnina við. Á sama hátt við bátahylinum.
Kommunan er til fyri borgaran og fyri vinnuna ??? ikki øvugt!
Set X við Heðin Poulsen
Set X við Borgaralistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald