Politikkur

Vinnan mist týdningarmiklan viðleikara

...

2018-08-06 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vandamiklu avleiðingina av at sita bæði á løgtingi og sum borgartjóri síggja vit nú enn einaferð. Ein býráðsleiðsla, ið handlingslammað, stillisliga heldur undan áganginum á vinnuna í Klaksvík. Altíð hevur Klaksvíkar Býráð verið ein sjálvsagdur og týdningarmikil viðleikari hjá vinnuni, hetta tykist broytt við sitandi býráðsleiðslu

Í oktober 2017 segði formaðurin í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík, at um uppskotið um fiskivinnunýskipan fór at verða samtykt, kom hetta at kosta Klaksvíkar Kommunu einar 30 mió. kr. í mistari skattainntøku, og við avleidda virkseminum einar 70 mió. kr. Somuleiðis segði hann, at hann ikki væntaði, at uppskotið um fiskivinnunýskipan fór at verða samtykt, sum tað tá varð lagt fram.

Í november 2017 gjørdi Sjálvstýri semju við samgonguna um pensjónsnýskipanina. Tá ið uppskotið varð lagt fram, vissaði formaðurin í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvík, at hetta samstarv als onki hevði við fiskivinnunýskipanina at gera. Hetta, hóast flokkur hansara varð brúktur, sum ein av lívlínunum at bjarga samgonguni framhaldandi virkna.

??rslitið av hesum sóu vit í desember 2017, tá ið fiskivinnunýskipanin, ið hevur kollvelt føroyska fiskivinnu, varð samtykt við einari atkvøðu í meiriluta. Higartil hevur avleiðingin av hesum eitt nú verið, at Sjúrðaberg varð seldur til Russlands og 25 mans mistu arbeiðið. Mist daglig føði til stívliga 100 fólk, íroknað familjur teirra.

Varaborgarstjórin
á banan

Í vikuni legði varaborgarstjórin seg so út í kjakið um søluna av Sjúrðaberg, har hon sigur, her endurgivið frá Facebook:

.... Nú ein fyritøka hevur valt at selja eitt skip, er nógvur gangur at hoyra. Ja sjálvandi er tað keðiligt og ótrygt, men soleiðis hevur og fer tað altíð at verða. Ynski sjálvandi øll manningin fær arbeiði innan rímuliga tíð. Men tíbetur hava vit eitt gott samhaldsfest vælferða samfelag, sum tryggjar at ongin noyðist at sita kaldur og svangur... Eg vísi eisini til tær góðu skipanir vit hava, ALS er ein loysn fyri tey sum missa arbeiði og útgjaldið er eftir inntøkuni seinastu mánaðarnar. So rokningarnar verða helst goldnar... Sitat endað.

Eg eri púra ovfarin og kløkk av líkasæluni hjá borgarstjóranum og hugmóðigu útsøgnini hjá varaborgarstjóranum, ið bæði eiga at vera verjar hjá vinnulívinum, sum eigur lívið í kommunukassanum. Býráðsleiðsla í kommunu, á hvørs heimasíðu stendur at lesa: Tilnavnið sum fiskivinnuhøvuðsstaður vitnar um stóra týdningin, vinnan hevur fyri Klaksvík og fyri kommununa hevur tað stóran týdning, at karmarnir eru góðir hjá virkisfúsum borgarum at fara undir vinnuligt virksemi av øllum sløgum.

Hóast hesa staðfesting á heimasíðu kommununnar, sýnist vinnulívið í Klaksvík hava mist sjálvsagda og týdningarmikla viðleikaran, ið Klaksvíkar Býráð altíð hevur verið.

Gunvá við Keldu

Býráðslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder