Politikkur

Vinnan hjálpir familjuni og teimum sum hava tørv á hjálp

...

2019-08-20 15:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fleiri, sum bjóða seg fram til komandi val ??? serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ??? tey hugsa vakrar tankar, tey siga tey røttu orðini, tey skriva fangandi setningar, men tað er langur vegur haðani og so at gera tað til veruleika, sum tey hugsa, siga og skriva. Ein orsøk er, at tey framhaldandi hava eina ætlan, sum gongur út uppá at økja um almennu útreiðslurnar, og við teirra vinnupolitikki at skerja inntøkumøguleikarnar hjá okkara samfelag. Tað veit ein og hvør, at tað gongur ikki í longdini.

Nú valdysturin er í hæddini, koma politikarar við nógvum gyltum lyftum til veljararnar. Flestu politikarar, eg kenni ??? bæði teir til vinstu og høgru ??? hava eitt brennandi ynski um at tæna øllum borgarum væl, og at allir føroyingar skulu fáa tey tilboð, teimum tørvar ??? bæði sjúk, veik, børn, gomul, heimleys, einlig o.s.fr.

At hjálpa og tæna øðrum menniskjum er eitt viðføtt og grundleggjandi virði, sum allar flestu menniskju eru fødd við, og eg vil tí endurtaka, at eg kenni ongan politikara í Føroyum, sum ikki ynskir at tæna øllum borgarum og ikki vil hjálpa teimum, sum hava brúk fyri hjálp.

Tað er tó ein langur vegur frá at ynskja nakað gott og so at gera tað til veruleika. Tað nyttar ikki at hugsa vakrar tankar, siga røtt orð og skriva fangandi setningar um hjálp til tey, sum hava brúk fyri hjálp, um tað byggir á fortreytir, sum ikki hanga saman. Tú kanst nevniliga ikki bara økja um útreiðslurnar hjá landinum, uttan at inntøkurnar hjá samfelagnum eisini økjast.

Tjóðarinntøka okkara kemur frá vinnulívinum

Hvussu vit venda og snara veruleikanum, so kunnu vit staðfesta, at okkara tjóðarinntøka kemur frá vinnulívinum ??? her serliga fiski- og alivinnuni.

Meira frælsi vit geva hesum vinnum, størri møguleikar hava hesar vinnur at forvinna pening, og størri møguleika hava hesar vinnur, at gera íløgur í nýggjari, betri og meira effektiv tól, sum so aftur styrkir hesar vinnur at blíva meira kappingarførar.

Men tað ???vakra??? og ???góða??? í hesum er ikki, at stjórar og reiðarar kunnu fáa sær størri vinningsbýti. Nei, tað vakra og góða í hesi staðfesting er, at jú betri vinnan hevur tað, jú fleiri arbeiðspláss kann hon bjóða borgarunum. Hetta fær stórar ringvirkningar fyri alt samfelagið, tí jú betri vinnan hevur tað, jú fleiri undirveitarir hevur vinnan brúk fyri, og fleiri arbeiði eru til allar hendur. Hetta førir við sær, at familjan ??? sum er grundarsteinurin í okkara samfelag ??? fær betri møguleikar at klára seg fíggjarliga. Og jú betur alt samfelagshjólið melur, jú meira kemur inn í landskassan, sum so betrar møguleikarnar at geva teimum veiku og sjúku skjótari og betri hjálp, at geva pensiónistunum betri umstøður o.s.fr.

Hendan samgongan tekur frælsið frá vinnuni

Tað, sum núverandi landsstýrissamgonga hevur gjørt tey síðstu árini, er at taka frælsið frá vinnuni, og tá sama samgonga heldur ikki vísir virðing fyri hondini, sum føðir hetta samfelag, so er hon í ferð við at kvetta hondina av vinnuni ??? hondini sum er inntøkukeldan, ið tryggjar:

- at eldri, veik og sjúk kunnu fáa skjótari og betri hjálp

- at familjan við børnum kunnu fáa betri og frælsari dagligdag

- at tey ungu kunnu fáa betri og og fleiri útbúgvingarmøguleikar

Um núsitandi samgonga sleppur at halda fram, kann tað fáa sera neiliga ávirkan á alt samfelagið.

Og sum um hetta ikki er nóg mikið, so hevur henda samgonga ??? umframt at taka frælsið frá inntøkukeldini ??? eisini oyðslað við skattgjaldarans pengum. Ongantíð fyrr hevur føroyska samfelagið verið so kostnaðarmikið at rikið, sum nú. Tíverri síggjast hesar útreiðslur alt ov lítið aftur hjá teimum, sum veruliga hava brúk fyri hjálp og umsorgan.

Vinnan má fáa frælsið aftur ??? til frama fyri okkum øll

Eitt gamalt kinesiskt orðatak sigur: ???Eg hoyri ikki, hvat tú sigur, tá eg síggi hvat tú gert???. Hetta eru vís orð, tí tú kanst siga øðiliga nógv, men um tað, sum tú sigur, ikki sæst aftur í tínari atferð, so missa tíni orð kraft, og tí vil eg enda, júst sum eg byrjaði.

Fleiri, sum bjóða seg fram til komandi val ??? serliga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin ??? tey hugsa vakrar tankar, tey siga tey røttu orðini, tey skriva fangandi setningar, men tað er langur vegur haðani og so at gera tað til veruleika, sum tey hugsa, siga og skriva. Ein orsøk er, at tey framhaldandi hava eina ætlan, sum gongur út uppá at økja um almennu útreiðslurnar, og við teirra vinnupolitikki at skerja inntøkumøguleikarnar hjá okkara samfelag. Tað veit ein og hvør, at tað gongur ikki í longdini.

Eg gangi inn fyri at geva vinnuni frælsi. Tað er ikki tí, at eg eri góður við stjórarnar ella reiðararnar. Nei, eg vil geva vinnuni frælsi, tí eg vil hjálpa og gera mun fyri familjuna og teimum, sum veruliga hava brúk fyri umsorgan og hjálp.

Jákup Mikkelsen

Løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder