2020-06-17 14:14

Síðani 1993 tá fyrstu ferð varð farið undir skipaða vindorkuframleiðslu inn á netið hjá SEV, eru framleiddir 485.266 MW tímar.
Hetta svarar til 104.332 tons av olju, og 344.296 tons av CO2 útláti, sum eru spard.
Í løtuni verður vindorka í Føroyum framleidd í vindmyllulundunum hjá SEV í Neshaga og í Húsahaga, og í Vestmanna hjá Vindrøkt.
Nýggj vindmyllulund er í ger í Porkerishaganum, og harumframt hava vindútboð verið í Flatnahaga oman fyri Tórshavn og á Eiði, sum ávikavist Magn og SEV vunnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald