Orsøkin at eg stilli upp fyri Fólkaflokkin er, at eg meti tað verða neyðugt at fáa framt ítøkiligar broytingar og nýskipanir á Føroya Løgtingi í komandi tingsetu.
Somuleiðis meti eg eisini at tað er tørvur á eini nattúrligari útskifting av tingfólki í øllum flokkum, eisini í Fólkaflokkinum.
At tað eru mong nýggj valevni, kvinnur og menn, sum bjóða seg fram hesu ferð, og sum hvør sær hava góðar føreikar á ymiskum økjum í samfelagnum, er gott fyri okkara fólkaræðið.
Men mest av øllum er tað týdningarmikið, at vit sum nýggj valevni, veruliga vísa vilja og dirvi fyrst og fremst at tæna tí føroyska fólkinum best møguligt næstu 4 árini.
Nøkur av teimum hjartamálum, sum eg ynski at arbeiða fyri komandi 4 árini eru hesi:
- Skynsamur skatta- og fíggjarpolitikkur har Landskassin hevur rímulig avlop. - Langtíðar- og tryggur vinnupolitikkur, har vinnan hevur rímuligar karmar og treytir. - Tryggari og betur skipað Heilsuverk, har bíðulistar skulu minkast munandi. - Hægri raðfesting av Fólkaskúlanum, so næmingar fáa eina enn betur undirvísing. - Málrættaður umhvørvispolitikkur, har vit verja og skipa umhvørvið á nøktandi hátt. - MVG frítøka av sethúsbygging, so vanligar barnafamiljur hava ráð at seta føtur undir egið borð. - Lægri skattur til lág og miðallønt, so barnafamiljur og einlig hava meira pening eftir til nýtslu.
Tit kunnu lesa meira um meg og míni hjartamál á: www.birgirnielsen.com
Eg vil ynskja øllum Føroya fólki eitt gott val leygardagin tann 31.august.
Velji Fólkaflokkin! Og hví ikki velja eitt nýtt valevni á Føroya Løgting hesu ferð?
Eg takki fyri stuðulin um tit velja meg persónliga.
Birgir Nielsen Valevni Fólkafloksins - Vilji og dirvi til broytingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald