JN

Vilja hava vandaviðbót

...

2020-04-15 13:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu vikurnar hava serstakar umstøður gjørt seg galdandi í øllum samfelagnum. Nú hevur Landsstýrið avgjørt at lata samfelagið upp aftur 20. Apríl.

Hesa tíðina hevur nógv virksemi í landinum verið tillaga serligu umstøðurnar. Tey, ið hava havt møguleika at arbeiða heimanífrá hava gjørt tað, men alt arbeiði er ikki møguligt at gera heiman.

Alla hesa tíðina hava starvsfólk verið til arbeiðis í kritiskum støðum í samfelagnum. Innan heilsuverk, almannaverk, neyðansing á dagstovnum og eldratænastum hevur talan verið um vanligt virksemi, sum ikki kann verða niðurlagt.

Ymiskt er hvussu væl starvsfólkini eru útgjørd at fara til arbeiðis. Vit hava sæð, at verndarmaskur, verndargløs og onnur trygdarútgerð er komin fram í samfelagnum. Av tí, at okkara limir ikki hava møguleikan at brúka serliga persónliga smittuverju ella útgerð, er tað náttúruligt at hesi starvsfólk, ið verða kravd at seta sína egnu heilsu í vanda, fáa eina serliga vandaviðbót.

Tú skalt koma til hús aftur líka frískur, sum tá tú fórt til arbeiðis.

Tí hevur Føroya Pedagogfelag sent krav til arbeiðsgevararnar um, at tey starvsfólk sum hava verið og fara til arbeiðis meðan koronafarsóttinherjar, skulu fáa eina serliga vandaviðbót.

Hetta eigur at verða gjørt við at lata eina viðbót fyri hvønn dag, tey møta til arbeiðis. Galdandi frá 13. mars 2020.

Hetta eigur at verða galdandi fyri tey, ið longu hava verið til arbeiðis, m.a. hjá Almannaverkinum og í neyðansing runt um í kommununum. Hesi hava í stóran mun víst stóra vælvild, og tillaga seg óstøðugu umstøðunar seinastu tíðina.

Kravið er sent til Fíggjarmálaráði og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

F??ROYA PEDAGOGFELAG

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder