Politikkur

Vilja avtaka uppboðssølu av fiskirættindum

...

2018-09-21 09:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Almennar viðmerkingar 

Andstøðan hevur undir viðgerðini av uppskotinum hjá samgonguni um fyrisiting av sjófeingi víst á,at útlutan av veiðirættindum umvegis uppboðssølu skapar ótryggleika í vinnuni. So at siga øllvinnan gjørdi í hoyringarskrivum og undir hoyringum í Vinnunevndini vart við, at uppboðssøla avveiðirættindum er stórt afturstig í tí stóru menning, sum vit seinastu árini hava sæð í fiskivinnuni,síðani seinasta samgonga hækkaði uppsjóvarkvotupartin munandi. 

Seinni hava royndirnar við uppboðssølu av fiskirættindum víst, at vinnan hevði rætt. Uppboðssølanhevur verið ein fiasko. 

Trygg rættindi eru fyrsta treyt fyri eini skilagóðari tilrættislegging í øllum liðum í vinnuni.??tryggleiki heldur vinnuni aftur at gera stórar íløgur í nýggj og framkomin skip. ??tryggleiki ger taðtrupult at gera langtíðarsáttmálar, sum tá til stykkis kemur tryggja betri prís og trygg arbeiðspláss.Og ótryggleiki ger umstøðurnar at leggja framleiðslu við langtíðarperspektivum til rættis munandiverri.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder