Leygardagin sá eg eina grein á ???in.fo???, har Sjúrður Jacobsení Svínoy gjørdi viðmerking til tað sum eg og landsstýrismaðurin viðfíggjarmálum søgdu í farnu viku í eini útvarpssending um útoyggjar.
Eg eri samdur við nógvum at tí, sum Sjúrður sigur í greinini.Hann vísir millum annað á sólskinssøguna við aling av rognkelsum í Svínoy, har5-6 fólk longu eru knýtt at virkseminum, og hann væntar at brúk verður fyri8-10 fólkum seinni í ár. Tað er gleðiligt at síggja.
Og hetta var júst nakað av tí, sum eg vísti á í umrøddu útvarpssendingini.Politiska skipanin skal skapa karmar fyri vinnulívi á útoyggjunum, men sjálvtvirksemið má vera skapt á staðnum.
Tað eru nøkur dømi um, at nýtt virksemi er skapt áútoyggjum, og tað kunnu vit øll fegnast um. Men eg tími ikki at geva fólki einafalska vón um nakað, sum eg innast inni ikki trúgvi uppá. Tí veruleikin er, attað er trupult at fáa fólkatalið á smáplássum at vaksa. Rákið er, at fólk viljaflyta til størru plássini at búgva.
Fyrr hildu vit, at um ein bygd bara fekk gott vegasamband ogarbeiðspláss, so fóru fólk at støðast har, men tíverri mugu vit ásanna, athetta hevur ikki víst seg at verið nóg mikið. Ungdómur í 2020 krevur í flestuførum meira enn arbeiðspláss. Tey vilja eisini hava frítíðartilboð og aðrarhentleikar.
Eg búgvi sjálvur í eini stórari kommunu, sum ikki hevur havtnevniverdan fólkavøkstur í nógv ár, men seinastu árini er verulig ferð komin áfólkavøksturin. Størsta orsøkin til tað er, at ein tunnil verður gjørdur tilHavnar. Hetta vísir, at sjálvt stórar bygdir hava ilt við at fáa fólkavøkstur,um tær bara liggja eitt lítið sindur avsíðis.
Sjálvsagt haldi eg tað vera stórt spell, bæði søguliga ogmentanarliga, og ikki minst fyri fólkið á staðnum, at smápláss í útjaðaranumhava so ilt við at fóta sær, og eg vildi ynskt, at støðan var ein onnur. Egsíggi tað eisini sum eina skyldu hjá okkum politikarum at gera umstøðurnar sogóðar sum til ber á hesum plássunum. Men samtíðis má eg siga, at eg vil ikki gevafólki eina falska vón, tí veruleikin er, at tað fer altíð at hava nakraravbjóðingar við sær at búgva fjarskotið, og tað skal nógv til, fyri at fáafólkatalið at vaksa. Tað var mín boðskapur í áðurnevndu útvarpssending.
Vit mugu tó gera tað sum vit kunnu, fyri at gera tað soliviligt sum til ber á smáplássunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald