JN

Viking Sky var 100 metrar frá at taka botn

...

2019-03-24 09:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í gjár fekk ferðamannaskipið Viking Sky motortrupuleikar, og tað var um reppi at tað tók í botn. Sambært norskum miðlum so vóru tað bara eini 100 metrar frá at taka í botn, og av tí sama standa fast.

Manningin á skipinum fekk gongd á onkrar motorar aftur, og kláraði Viking Sky tí at sigla frá landi aftur. 

Umborð á Viking Sky vóru 1373 fólk, av teimum vóru 915 ferðafólk. 463 av teimum eru bjargaði av skipinum. 

Viking Sky verður í løtuni sleipað til Molde.

Viking Sky skal eftir ætlan til Føroyar fýra ferðir í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder