Politikkur

Viðvíkjandi vindmylluætlanini á Eiði

...

2021-03-18 19:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrst vil eg nýta høvi til at takka fyri at Eiðis bygdaráð skipaði fyri borgarfundi á Eiði 16. mars 21, har bæði umboð fyri SEV og Fuglafrøðingafelagið greiddu frá í samband við ætlaðu uppseting av vindmyllum niðanfyri Slættaratindi og skamt frá bygdini.

SEV og Fuglafrøðingafelagið høvdu hvør í sínum lagi áhugaverda framløgu.

At áhoyrararnar fingu høvi at koma við viðmerkingum og seta spurningar gjørdi fundin ikki minni áhugaverdan.

Tað skilst á øllum brøgdum, at hetta er eitt mál, sum upptekur borgararnar í bygdini sera nógv ??? har nøkur eru fyri ætlanini og onnur ímóti.

Hetta má metast sum eitt stórmál, tá hugsað verður um ætlaðu staðsetingina av myllunum.

Tað var eisini júst tað, sum kom til sjóndar á borgarafundinum, har fleiri góðu til kenna, at hóast tey tóku undir við menningini av grønari orku, so var staðið undir Slættaratind alt ov sárbart, bæði við atliti til viðbreknu náttúruviðurskifti og at hesar 4 vindmyllurnar komu at skemma og darva sýnið mótvegis Slættaratindi, sum fyri tey flestu er ein fragd fyri eygað.

At ein hagapartur, grundað á peningaligan vinning í einum leigumáli, møguliga tekur undir við ætlaðu verkætlan, er kanska ikki at undrast á.

Men tað sum ikki má henda, er, at ein avmarkaður privatur eigaraskarði, møguliga við vinningi fyri eygað, verður avgerðandi í hesum stórmáli, sum viðkemur øllum borgarunum á Eiði.

Hóast væl vitandi um, at tað er Eiðis bygdaráð, sum er tann politiski mynduleikin og sum hevur seinasta orðið, loyvir undirritað sær við hesum, at heita á bygdaráðið, at loyva borgarunum á Eiði at siga sína hugsan, áðrenn endalig støðu verður tikin.

Hetta kann gerast, við at málið verður sent til vegleiðandi fólkaatkvøðu, har borgarin fær møguleikan fyri at taka støðu til ætlaðu staðfesting ??? fyri ella ímóti.

Bert við úrslitinum av slíkari atkvøðu í hondini, hevur Eiðis bygdaráð trygd fyri, hvat viljin hjá borgarunum á Eiði veruliga er í hesum stórmáli.

Vinarliga,

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder