FELAGS ÁSETING AV GJALDI,
OG FELAGS UMSITING AV UNDIRSJ??VARTUNLUM
Tá hugt verður eftir hugtakinum ???nýtslugjald??? í sambandi við fyrsta lógaruppskotið um undirsjóvartunnil í Føroyum, sæst greitt, at talan er um eina heilt serstaka íløgu, ein nýggjan hátt at bróta burtur úr nýggjum, at fremja ein íløgu sum landskassin annars ikki hevði ráð til.
Í sambandi við hetta arbeiði var greitt, at ein íløga í ein undirsjóvartunnil neyvan verður loyst, har íløgan verður goldin um fíggjarlógina, og tí samtykti landsstýrið, at partar av fíggingini ella øll fíggingin skuldi grundast á nýtslugjald (bummpengar)
Tað var við hesum staðfest, at soleiðis skuldi eisini aðrir undirsjóvartunlar skipast, og at umsitingin av komandi íløgum av hesum slagi skuldi umsitast á sama hátt.
Eisini lá í kortinum, at umsitingin í sambandi við undirsjóvartunlar, skuldi verða í tøttum samarbeiði við Landsverkfrøðingin (Landsverk).
Mett var longu tá at ein íløga í ein undirsjóvartunnil var so mikið serstøk, at hon ikki kundi samanberast við nakra aðra íløgu á samferðsluøkinum yvirhøvur.
???.... umsitingin av undirsjóvartunlum er í dag ein stór fløkja ...???
Í løtuni eru Skálafjarðar- og Sandoyar undirsjóvartunlar í gerð, og vit mugu gera okkum greitt, at verða ikki allir undirsjóvartunlarnir, ella tílíkar serstakar íløgur skipaðir í eina eind, so verður torført fyri ikki at siga ógjørligt at fíggja undirsjóvarunnilin til Suðuroyar, uttan at tað gongur út yvir aðrar týðandi íløgur á samferðsluøkinum í Føroyum.
20 fólk manna nevndirnar
Í dag er umsitingin av undirsjóvartunlum ein stór fløkja. Tað eru stovnaði ikki minni enn trý smápartafeløg í sambandi við undirsjóvartunlar, og ikki minni enn 15 fólk manna hesar nevndir, og heldur hendan gongdin fram, so verður 4. smápartafelagið stovnað í sambandi við Suðuroyartunnlin, t.v.s. í alt uml. 20 fólk, umframt stjórar, varastjórar, fíggjarleiðarar og starvsfólk.
Vit mugu duga okkum hógv, og umsita einfalt, so at bummgjaldið ikki ferð til luksus lønir til politiskt útvaldar nevndarlimir, og óneyðugar umsitingar. Sjálvandi skulu vit hava eina, og ikki fýra umsitingar.
Aðrar serstakar íløgur í framtíðina
Kjakið um t.d. nýtslugjaldið (bummpengar) í sambandi við undirsjóvartunlar, hava sett býir, bygdir, oyggjar, vinnuøkir og umsitingar eindir upp ímóti hvørji aðrari. Tað er ikki rímiligt.
Vit skulu verða fegin um at vit í felag, kunnu loysa uppgávur av tílíkum slagi, og at vit hevja okkum upp um lokal áhugamál, og saman fegnast um úrslitini. Tað gevur besta úrslitið fyri land og fólk.
Felags umsiting av undirsjóvartunlum, og felags áseting av gjøldum, sum sjálvandi verða ymisk í mun til farleiðir.
At so íløgurnar kunnu brúkast til at stuðla upp undir hvørja aðra, gerð tað ikki minni áhugavert hjá politisku skipanini at fremja aðra ???serstakar??? ný hugsaðar íløgur á samferðsluøkinum í framtíðini.
F??ROYAR eru til fyri allar F??ROYINGAR, og ikki bert fyri tey sum rópa harðast. Politiska skipanin hevur skyldu at taka atlit til heildina, óheft av áhugabólkum, og fólki ið bara royna at ávirka politisku skipanina til frama fyri egin lokal áhugamál.
Lasse Klein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald