Viðmerking til spurningin, um røktar- og ellisheimið á Sýnini nøktar kommunala tørvin nú út- og umbyggingarnar líða móti endanum.
Eg ætlaði at svara spurninginum á valfundinum í gjár, men evnið skiftið títt og tíðin fór undan, tí leggi eg mítt svar her:
Tað stutta svariðer nei, tað nøktar ikki tørvin. Í fleiri førum er húsið verri, enn tað var áðrenn arbeiði byrjaði. Eitt nú var eitt av størstu ynskjunum hjá starvsfólkunum, at vesini á kømørunum blivu dagførdsoleiðis, at tað framyvir gjørdist lættari at hjálpa búfólkunum. Hetta varð ikki raðfest, og einki er gjørt við tað.
Torført er at fara túr við búfólkum, tí hvønn veg tey venda sær, enda tey í brøttum brekkum. Niðara parkeringsøkið átti at verið lukkað av, og gjørt til eitt grønt økið til búfólkini. Har er góður sólargangur, og hetta gagnnýta starvsfólkini á sumri við at seta benkur út. Avbjóðingin í løtuni er at búfólkini mugu sita millum bilar, ið er lítið hugnaligt, og vandi er fyri at tey fara stetlandi ella rullandi oman brekkuna, um eingi starvsfólk eru úti við teimum. Somuleiðis er eitt grønt øki vestanfyri húsini, ið átti at verði fylt upp og slættað, soleiðis at búfólk og starvsfólk kunnu nýta økið til at planta ymiskt.
Starvsfólkanormeringin er ikki til spontanar túrar. Vit ynskja øll at okkara foreldur, vit og okkara børn gerast gomul, og hava ein innihaldsríkan og virðiligan dag. Eins og á øðrum umsorganarøkjum, eitt nú dagstovnum, er týdningarmikið við nøktandi normering. Starvsfólkini á Sýnini, dugnalig sum tey eru, renna millum uppgávurnar. Tíðin strekkir als ikkií nóg stóran mun til relatiónsarbeiði. Tað má uppraðfestast!
Tað eru 15 fólk á bíðilista, ið eru røktarkrevjandi. Tað leggur nógv trýst á heimatænastuna.
Eisini hjá heimabúgvandi er pláss fyri fleiri hondum. Eitt sum ikki varð nevnt á valfundinum, vóru tey, sum fáa mat heim frá Sýnini. Heppin eru vit, at hava føðsluatstøðingar í køkinum á Sýnini, ið eisini gera døgurða til fólk, sum búgva heima. Men ikki øll kunnu fáa døgurða í vikuskiftinum og heilidagar. Hetta má raðfestast!
Elisabeth Haraldsen, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald