Tórsdag 3. januar 2019 kl. 1237 kom nýggjársheilsan við telduposti frá løgmanni og formanni í Javnaðarflokksins til Kristin Michelsen við avritið til Helenu Dam á Neystabø og Jónu Dalsgarð, um at eg ikki longur var partur av tingbólkinum, somuleiðis at eg ikki kundi verða valevni hjá flokkinum til komandi løgtingsval.
Kristin Michelsen takkaði løgmanni fyri nýggjársheilsuna við telduposti sama dag kl. 15.13 við nøkrum spurningum.
Sama dag 3. januar 2019 um kvøldið hevur Bogi Godtfred løgmann í sjónvarpsstovuni, har løgmaður beinleiðis sigur ósatt um Kristin Michelsen, tingbólkin og starvsnevndina.
Í morgin er ein viku síðan Kristin Michelsen sendi teldupost til løgmann og allar fjølmiðlar, og hevur Kristin Michelsen onki svar fingið frá løgmanni uppá nevnda teldupost.
Kristin Michelsen vil her koma við nøkrum viðmerkiingum til løgmann í samband við hansara útsagnum í sjónvarpinum 3. januar 2019.
Starvsnevndin:
Løgmaður sigur at ein samd starvsnevnd hevði avgjørt, at Kristin Michelsen slapp ikki at stilla upp til komandi løgtiingsval. Jens Petur Brattalíð er umboð fyri Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Kristin Michelsen ringir til Jens Petur Brattalíð 4. januar 2019 kl. 12.15 og spyr um hann hevur verið á fundi hjá starvsnevndini og samtykt, at Kristin Michelsen ikki slapp at stilla upp til komandi løgtingsval. Jens Petur Brattalíð svarar, at hann hevði ongi fundarboð fingið og hevði ikki verið á nøkrum fundi.
Kristin Michelsen spurdi Helenu Dam á Neystabø 4. januar 2019 kl. 12.45 nær starvsnevndin hevði haft fund um at Kristin Michelsen ikki slapp at stilla upp til komandi løgtiingsval, Helena visti ikki nær starvsnevndin hevði haft fund, kanska áðrenn jól, sjálv er Helena Dam á Neystabø limur í starvsnevndini.
Tingbólkurin:
Kristin Michelsen ringir til Henrik Old 4. januar 2019 kl. 12.25 og spyr, um hann hevur verið á tingbólkafundi í Havn ígjár 3. januar 2019. Henrik Old svarar, at hann hevði ikki verið á nøkrum tingbólkafundi, men løgmaður hevði ringt til hann 3. januar 2019. Kristin Michelsen spurdi Henrik Old, um hann visti, at Kristin Michelsen ikki hevði fingið fundarboð til tingbólkafundin, og um hann hevði atkvøtt fyri, at Kristin Michelsen skuldi framyvir ikki vera limur í tingbólkinum longur. Hann visti onki um, at jeg ongi fundarboð hevði fingið, og hann hevði als ikki atkvøtt um, at jeg skuldi úr tingbólkinum, síðan segði hann orðarætt, ??? bíða jeg skal lesa í fundarfrásøgnini??? og hann las alla fundarfrásøgnina fyri mær, meðan hátalarin var frá og í fundarfrásøgnini stóð onki um at atkvøtt varð um, at Kristin Michelsen skuldi úr tingbólkinum.
Kristin Michelsen ringir til Kristionnu W. Poulsen 4. januar 2019 kl. 12.32, um hon hevði verið á tingbólkafundi 3. januar 2019, og um hon visti, at Kristin Michelsen ikki hevði fingið fundarboð, tað visti hon ikki , spurd um tað var atkvøðugreiðsla, svaraði hon, at tað var ein samdur tingbólkur.
Kristin Michelsen ringir til Djóna W. Joensen 4. januar 2019 kl. 12.34 um hann visti, at Kristin Michelsen ikki hevði fingið fundarboð, nei tað visti hann ikki, spurdur um hann tók undir við at Kristin Michelsen var koyrdur úr tingbólkinum svaraði hann, at hann var ikki ímóti.
Kristin Michelsen ringir til Jónleif Johannesen 4. januar 2019 kl. 12.38 um hann visti, at Kristin Michelsen ikki hevði fingið fundarboð, kannst tú svara ja ella nei bleiv hann spurdur fleiri ferðir, hann svaraði hvørja ferð, eg havi fingið fundarboð, og vildi ikki svara uppá um hann visti, um jeg hevði fingið fundarboð, roknaði heldur ikki at fáa svar frá honum.
Kristin Michelsen ringir til Helenu Dam á Neystabø tingbólkaforkvinnu 4. januar 2019 kl. 12.45, tosaðu longi saman, tí jeg havi haft eitt gott samstarv við Helenu Dam á Neystabø. Kristin Michelsen spyr, hví hann ikki hevði fingið fundarboð, hon var jú tingbólkaforkvinna, tað var nokk tí at Kristin Michelsen skuldi viðgerast sigur Helena, jeg sigi við hana, tað er líkamikið, tí jeg eri limur í tingbólkinum. Helena Dam á Neystabø sigur so, at tað nokk var ein fótfeilur, at jeg ikki hevði fingið fundarboð. Helena Dam á Neystabø varð síðan spurd um tingbólkurin atkvøddi um, at jeg skuldi úr tingbólkinum, til tað svarð hon nei, tað bleiv ikki atkvøtt.
Síðan 3. januar 2019 havi jeg fleiri ferðir tosað við Heðin Mortensen um at fáa avrit av fundarfrágreiðingini frá 3. januar 2019, men til fánýtis, boðini frá Heðin Mortensen 7. januar 2019 kl. 21.48,??? havi fingið forboð at senda ???, men Kristin Michelsen hevur umvegis annan persón fingið avrit av fundarfrásøgnini 3. januar 2019 frá tingbólkafundinum, har er tað løgmaður, ið situr við stýrisvølin hjá tingbólkinum.
Niðurstøða:
Hetta staðfestir øll hava fingið munnkurv frá løgmanni, og staðfestir eisini at tingbólkurin hevur ikki atkvøtt um, at Kristin Michelsen skal úr tingbólkinum.
??l málið:
Kristin Michelsen atkvøddi ímóti øl málinum tí løgmaður hevði keypt Magna Laksafoss uttan at Kristin Michelsen var kunnaður um tað, men Henrik Old atkvøddi eisini ímóti, ikki eitt orð um tað frá løgmanni.
Fiskivinnunýskipanin:
Takki Gudi fyri at jeg var limur av Løgtinginum, soleiðis at uppskotið við løgmanni sum oddafiski ikki varð samtykt sum tað varð framlagt.
Kunning til Føroya fólk um tað, at løgmaður fleiri ferðir segði ósatt í kringvarpinum 3. januar 2018.
Við Javnaðarkvøðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald