Politikkur

Viðmerkingar til broytingar í pensjónslóggávuni

...

2019-12-09 12:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Argir 9. des. 2019

Til fjølmiðlarnar og politisku flokkarnar

Viðmerkingar til broytingar í pensjónslóggávuni

Í morgin týsdagin 10. des. koma pensjónsuppskotini hjá landsstýrinum til 2. viðgerð í Løgtinginum.

Landsfelag Pensjónista hevur við hoyringssvari til Almannamálaráðið og á fundi í Løgtingsins Trivnaðarnevnd greitt frá sínum sjónarmiðjum í sambandi við ætlaðu broytingarnar innan pensjónslóggávuna: Løgtingsmál nr. 10, 11 og 20/2019.

Endamál landsstýrisins við uppskotunum er at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá fólkapensjónistum og at gera treytirnar lagaligari hjá teimum fólkapensjónistum, sum umframt pensjónini hava eyka inntøkur.

Ávísar betringar eru í samlaða pensjóns-lógarpakkanum hjá nýggja landsstýrinum, har t.d. mótrokningarprosentið verður lækkað, og har ein skattafrádráttur er, áljóðandi 500 kr./mð., sum vit taka undir við (hetta er uppskotið, sum snýr seg um ein árligan skattafrádrátt áljóðandi 6.000 kr).

Arbeiðsáhugin minkar

Tó er Landsfelag Pensjónista vónbrotið, tá tað kemur til at betra um viðurskiftini hjá pensjónistum, ið ynskja at arbeiða.

Tað er, tá vit hyggja at uppskoti landsstýrisins, har frádráttarfría inntøkuupphæddin verður lækkað úr ávikavist 61.900 kr. og 60.000 kr. heilt niður til 40.000 kr. Lækkingin førir við sær, at áhugin hjá pensjónistum at arbeiða minkar. Hetta serstakliga pensjónistar, ið forvinna sær eina minni inntøku afturat pensjónini, sum grafur 1 vísir.

Vit síggja, at verandi pensjónistar, sum fáa minst, eru teir, ið hava eina inntøku uppá 60.000 kr. afturat pensjónini. Hesir fáa við nýggja lógaruppskotinum einans 868 kr./mð. Tað er slett ikki í samsvar við tað, vit annars hoyra í fjølmiðlunum, nevniliga, at pensjónistarnir fáa 1080 kr. meira um mánaðan. Hetta samstundis, sum teir pensjónistar, ið hava eina inntøku uppá 140.000 kr./ár, fáa eina hækkan uppá 2.416 kr./mð., tvs. næstan tríggjar ferðir so nógv. Vit hava onki ímóti, at hesir fáa eina hækkan, men tað er órímiligt, at pensjónistar við eini lágari inntøku fáa minst.

Uppskotið mótsatta ávirkan

Tá vit so hyggja eftir teimum, ið verða pensjónistar eftir 1. jan. 2020, er støðan enn meira óskiljandi, sum sæst á grafi 2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder