Politikkur

Viðmerkingar frá Føroya Astma/Allergifelag

...

2020-10-09 11:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Viðv. lógaruppskoti nr. 31/2020: broytingar í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

Føroyar hava í 2009 sett í gildi Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. § 27 b í sáttmálanum staðfestir, at tey, ið bera brek, ikki mugu verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum ??? heldur ikki, tá umræður løn.

Tað er av stórsta týdningi fyri okkum øll ??? bæði frísk og sjúk ??? at fólk, ið bera brek, ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at lækka lønina hjá teimum, ið vegna sjúku/brek hava tillagað starv, er ikki er í tráð við ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek.

Skipanin við tillagaðum størvum varð sett í gildi við lóg, so sleppast kundi undan, at fólk, ið vóru sjúk ella bóru brek, skuldu gerast óvirknir fyritíðarpensjónistar, men skuldu vera virkin á arbeiðsmarknaðinum. Lønin fyri tillagað starv skuldi vera sáttmálabundin løn og ikki ein jo-jo løn, sum landsstýrið kann skerja eftir vild.

Hetta lógaruppskot um skerda løn til sjúk og brekað eigur at verða tikið aftur.

Føroya Astma/Allergifelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder