Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 varð send til hoyringar miðskeiðis í juli við svaringsfreist 10. august. Sí ætlina her:https://www.torshavn.fo/get.file?ID=3802
Hóast hoyringsfreistin er farin, vil felagið Heimafriður við hesum gera nakrar viðmerkingar til ætlanina.
Skjalið ???Kommunuætlan 2020??? er valaverk, sum gevur lesaranum ørgrynnu av áhugaverdum upplýsingum um, hvussu menningin av kommununi verður løgd til rættis komandi árini.
Eitt av málunum við ætlanini er at tryggja trivnað í bústaðarøkjum, samstundis sum vinnuøki og undirstøðukervi verða útbygd.
Fyri at tryggja trivnað er sjálvfylgja, at borgarin fær náttarfrið, og at ljóð-, ljós- og luftdálking verður avmarkað so nógv, sum til ber.
Viðkomandi fyrilit verða í flestu førum tikin í ætlanini í sambandi við staðseting av bústøðum. Dømi er, at um bústaðir skulu byggjast úti á Glyvursnesi, so skal tryggjast, at ljóðdálking frá einum komandi flogvølli ikki verður meiri enn 55 desibel - les á síðu 26 við endurtøku á síðu 37.
Annað dømi er at finna í fylgjandi broti á síðu 27, og sum verður endurtikið á síðu 79:
???Skrivstovur og onnur lættari vinna kann verða staðsett saman við bústøðum fyri at fáa fjølbroytni í býarøkini innan fyri 1000 m radius frá miðdeplinum í býarøkinum. Hesi økini hava ikki so strong ljóðkrøv sum bústaðarøki.
Ídnaðarvinna verður vegna umhvørvisárin og ljóðdálking staðsett burtur frá bústaðarøkjunum í teimum ídnaðarøkjum, ið eru í dag, ...???
Her endar tó galið, tí brotið heldur á fram við fylgjandi:
???... ogí havnarøkjum, har atkomumøguleikarnir eru góðir.???
Hetta kann bert skiljast sum um, at dálkandi virksemið í havnunum í Kollafirði og í Tórshavn ikki bert skal halda á fram, eins og í dag, men útbyggjast.
Nevnt verður eisini, at góðshavnin á Oyrareingjum kann tvífaldast frá 50.000 til 100.000 fermetrar við útbygging suðureftir (sí 94). Verður hetta gjørt, kemur havnin beint upp at verandi bústaðarøki. Á leið tað sama kann sigast at fara at henda í Tórshavn, tá ið nýggja havnin verður tikin í nýtslu, tí á síðu 93 lesa vit, at ???farmaflutningurin, sum hevur ligið á molanum, verður fluttur út á nýggja bingjuøkið, og molin verður til ferðamannaskip og farmaflutning.??? Við hesum verður nýtt og størri royk-, ljós- og ljóðdálkandi virksemi flutt nærri at verandi bústaðarøki á Argjum.
Ikki eitt orð er at finna í Kommunuætlan 2020 um landstreym og annars at gera nakað ítøkiligt fyri at avmarka dálkingina frá ídnaðarhavnunum í Tórshavnar kommunu.
Tvørturímóti verður í ætlanini staðfest, at ???byggjast skal tættari í miðbýnum og í verandi bústaðarøkjum??? (sí 34). Við hesum leggur Kommunuætlan 2020 upp til, at alt fleiri bústaðir skulu leggjast nærri dálkandi ídnaðarhavnunum.
Kunningin í Kommunuætlan 2020 um at verja trivnaðin í bústaðarøkjum er ógreið. Lesarin fær ta fatan, at heimafriður ivaleyst er nakað, sum verður tikið í álvara av kommununi, men friðurin er tó ikki galdandi fyri tey, sum búgva nærhendis havnarøkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald