??? markið ímillum trúgv og vísindi
Skúlastýrið og leiðslan í Frískúlanum Kelduni vilja hervið koma við nøkrum viðmerkingum til sendingina ???Gud signi Føroyar,??? sum var send hóskvøldið 12. apríl.
Í februar mánaði í ár skrivaði leiðslan m.a. hetta til Heina í Skorini:
???Vit eru ikki bangin fyri kritikki ella at onnur hava eina aðra hugsan enn vit um kristnar frískúlar. Samstundis halda vit, at tað er týdningarmikið, at skúlin fær eina virðiliga viðgerð í sendingini. Sjálvt um tað kristna er eitt týðandi grundarlag í skúlanum, so er tað námsfrøðiliga og fakliga tað, sum fyllir mest í dagligdegnum, tí vit eru ein skúli. Vit halda, at tað er týðandi, at frískúlin ikki bara verður framstillaður útfrá tí ???andaliga??? partinum, men at víst verður á hinar partarnar eisini.???
Nøkur lyklaorð, sum lýsa endamálið við frískúlanum, eru hesi: Læring, trivnaður, íblástur og persónligur vøkstur.
Í viðgerðini um frískúlan Kelduna, ger Heini í Skorini nakrar niðurstøður og orðingar um frískúlan, sum ikki eru í samsvari við veruleikan. Ein partur av tí, sum kom fram í sendingini, gav hyggjaranum eina skeiva og ósakliga mynd av frískúlanum.
Heini sigur m.a.:
??? Frískúlin Keldan (FSK) lærir sínar næmingar, at vísundaliga ástøðið um menningarlæruna er skeiv
??? FSK forkastar menningarlæruna
??? Í FSK verður vísundaliga ástøðið um menningarlæruna vrakað - tí hetta er í stríð við bíbilsku skapanarlæruna
Til hesi uppáhald kann sigast, at næmingarnir í 7. flokki læra um menningarlæruna, sum ein part av tí, sum námsætlanin ásetur. Tosað verður í hesum sambandi eisini um heimsáskoðanir, ið kunnu ávirka okkara hugsan. Vit leggja dent á at lýsa hetta frá fleiri síðum, og brúka vit ikki orðingar, sum siga, at menningarlæran er skeiv ella røtt, men tosa um, at tað finnast ymiskar áskoðanir um henda spurning. Vit trýsta ikki næmingarnar at hava eina ávísa áskoðan, men læra tey at síggja tingini frá fleiri vinklum. Samstundis byggja vit á tað kristna grundarlagið ??? eins og fólkaskúlalógin eisini vísir á.
Vit meta ikki at fortreytirnar fyri at gera samrøðu við Heina í Skorini, vóru í lagi, tí vit ikki frammanundan fingu nágreiniliga at vita, hvat samrøðan við skúlaleiðaran skuldi brúkast til. Tískil eru orðingarnar í samrøðuni nokk so yvirskipaðar og geva ikki eina nóg fjølbroytta mynd at veruleikanum. Sendingin gav tí eina fatan av, at vit sum skúli ikki taka hædd fyri náttúruvísindi.
Ført var m.a. fram, at Hammer ávarar ímóti eini trúgv, sum vrakar vísindi, og at ein banal tulking útfrá 1. Mósebók avmarkar teirra heimsfatan og gudstrúgv.
Til hetta vilja vit vísa á, at vit læra ikki næmingarnar, at teirra trúgv er í stríð við náttúruvísindi. Sum menniskju og lærarar eru vit øll ávirkað og myndað av okkara bakgrund, umhvørvi og lærdómi. Ongin undirvísing er neutral. Men vit leggja dent á, at undirvísingin eigur at vera saklig og virða tey, sum hava aðrar áskoðanir og sannføringar.
Frá fyrsta degi vit byrjaðu við frískúlanum, valdu vit heilt tilvitað at leggja okkum eftir ymsum læruháttum í undirvísingini. Okkara endamál er, at skúlin skal virka fyri læring, trivnaði, íblástri og persónligum vøkstri hjá tí einstaka næminginum.
Í skúlanum ganga sera ymiskir næmingar frá ymiskum bakgrundum. Næmingar koma frá 15 ymiskum bygdum, og er hetta við til at skapa fjølbroytni og breidd. Tíðliga læra tey at fyrihalda seg til, at øll t.d. ikki halda við sama fótbóltsliðið o.s.fr..
So tá sagt verður í sendingini, ???at ein vandi er, at børnini ikki møta tí fjølbroytni, sum er í samfelagnum,??? so meta vit, at hetta er meir ein útsøgn av ókunnleika um frískúlan Kelduna heldur enn um veruleikan.
Leiðslan og Stýrið fyri Frískúlin Kelduna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald