Politikkur

Viðmerking frá Aðalkonsuláti Íslands í Føroyum

...

2015-07-23 04:57 Author image
placeholder

Vit hava fingið hesa viðmerking frá Aðalkonsuláti Íslands í Føroyum, um grein okkara í gjár - Mismunur gjørdur á føroyingum og russum. (Vit móttóku hesa viðmerking kl. 18.20 í dag, men av tí at vit (Jóanis) hevur verið á fjøllunum í allan dag, so kemur viðmerkingin ikki fyrrenn nú.

Vegna tíðindastubba á jn.fo 21.juli: ???Mismunur gjørdur á føroyingum og russum??? hevur fiskimálaráðið og sjóverjan í Íslandi biðið okkum at senda áfram hesa viðmerking :


Tað er rætt, at russiski trolarin Maironis fekk loyvi til at koma í havn í Íslandi vegna maskintrupulleikar. Tá ið tað varð greitt at teir vildu nýta h
øvið at skifta manning og nýta aðra tænastu sum ikki var neyðartænasta, varðløgreglan kunnað um málið og hon tók sær av málinum. Fýra av manningini vóru tá komnir til Keflavíkur, sjey nýggir komnir umborð men tríggir vóru enn umborð, sum skuldu av skipinum. Hesir fýra sum vóru komnir til Keflavíkur vóru tá steðgaðir og eftir samtalur varð avgjørt at teir sluppu at fara úr landi. Skiparin á Maironis varð kallaður til avhoyringar. Niðurstøðan var tann at skipið var avbyrgt og bann sett á alla víðari tænastu og manningarskifti. Reiðaríið fekk eina bót uppá íkr. 500.000 vegna brot á lóg nr. 22/98 og 96/02.

Her er einans talan um at fylgja íslendskum lógum og ongin munur er gjørdur á tjóðskapi.

Virðiliga,

V/ Aðalkonsulát Íslands í Føroyum

Brynja ??. Birgisdóttir, skrivari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder