2016-01-17 17:02
Stórt hugnaligt tiltak verður í miðbýnum leygardagin 6. februar. Tað er VisitTórshavn, sum aftur í ár skipar fyri afturvendandi tiltakinum, Vetrarljós.
Leygardagin 6. februar verður tiltakið Vetrarljós 2016. Í stuttum er tað dagurin vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars. Tónleikur verður í býnum frá kl. 15.30 til kl. 22.00.
Sum nakað nýtt verður eisini sjónleikur, filmsbrot og list annars, sum skal prýða býin hendan dagin.
Endaliga skráin verður kunngjørd seinni áfacebook.com/vetrarljos
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald