???Stóð tað til mín, fingu Kina, Russland og USA hvør sín radara í Føroyum.???
Hetta hoyrdi eg herfyri.
Sjálvandi varð hetta sagt eitt sindur í spølni, men kortini býr hesin stuttskygdi hugburðurin millum fleiri her á landi. Málið tykist at vera, at vit skulu selja okkara strategisku støðu í Norðuratlantshavi fyri ein og hvønn prís. Uttan at hugsa um mál ella mið. Uttan at taka støðu sjálvi. Og uttan at viðurkenna, hvar okkara land hoyrir heima trygdarpolitiskt.
Eg eri ósamdur við teimum, sum vilja javnseta Kina, Russland og USA í trygdarpolitiskum høpi. Vit samstarva væl við øll trý stórveldini, men tá ið vit tosa um trygdarpolitikk er ??? og verður - vesturheimurin okkara stavnhald.
Kunnu ikki flúgva undir radaranum
Saman við okkara grannalondum hoyra Føroyar til NATO. Gjøgnum ríkisfelagsskapin hava vit verið partur av verjusamgonguni síðani 1949. NATO er grundvøllurin undir trygd og varandi friði í Vesturheiminum. Eisini her hjá okkum.
Vit taka undir við og kenna okkum aftur í teirri samfelagsskipan, sum okkara sameindu standa fyri: Fólkaræði, rættarsamfelag, frælsisrættindi og vinnuligt virkisfrælsi.
Í trygdarpolitiskum høpi eru Føroyar partar av eini størri heild. Vit eiga at taka okkara lut í felags verjuni í Norðuratlantshavi. Saman við okkara sameindu eiga vit at syrgja fyri, at trygdin hjá føroyingum og føroysk trygdaráhugamál verða røkt.
Tað er bláoygt at halda, at vit altíð kunnu flúgva undir radaranum og ikki nýtast at taka støðu ella fylgja okkara sameindu. Tað ber ikki til, at vit áhaldandi halda okkum uttanfyri. Viðhvørt rúmar stórpolitikkur ikki støðuloysi ella partloysi.
Tíðin er búgvin til, at vit taka støðu. At vit alment tora at siga, hvørji okkara áhugamál eru og støðugt virka fyri at røkja tey. Bara soleiðis tryggja vit okkum, at tey stig, ið verða tikin, gagna Føroyum og føroyingum.
Nýtt tíðarskeið
Føroyar eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið í trygdarpolitiskum høpi.
Alt ov leingi hevur okkara støða verið merkt av eini frástøðu til trygdar- og verjumál.
Vit hava verið passiv heldur enn aktiv.
Tað eru fleiri orsøkir til tað. Okkara passivitetur kemst óivað av, at danskir og aðrir myndugleikar tóku avgerðirnar fyri okkum uttan veruliga at taka føroyskar myndugleikar upp á ráð.
Men passiviteturin er eisini komin til sjóndar, tá ið føroyskir politikarar á sjálvstýrisleið ??? tilvitað ??? hava valt ikki atviljavita ov nógv um trygdar- og verjumál, tí henda støða passaði teimum væl í innlendis stríðnum við danskar myndugleikar. Hesum eiga vit at fara frá. Latið okkum gerast nógv meira virkin og meira saklig um trygdarpolitikk. Sum ein virkin samstarvsfelagi í ríkisfelagsskapinum skulu vit gerast enn meira virkin og støðugt virka fyri at røkja okkara áhugamál við tí fyri eyga at taka ábyrgd fyri trygdini hjá føroyingum.
Og sjáldan hava vit havt betri møguleika fyri tí. Bøtta samstarvið í ríkisfelagsskapinum hevur við sær, at Føroyar hava fingið ein meira týðandi leiklut á altjóða pallinum. Vit merkja eina økta vælvild frá donsku skipanina ??? eisini í trygdarmálum, og hetta er eftir mínum tykki ein gróðrarbotnur fyri at gera ríkisfelagsskapin meira tíðarhóskandi.
Nógv bendir á, at vit eru í einum heimspolitiskum meginráki, har kappingin millum USA, Russland og Kina harðnar. Hetta hevur millum annað havt við sær, at øll trý stórveldini sýna økinum um okkara leiðir áhuga og vilja samstarva við okkum.
Okkara aðalmál hevur altíð verið, at vit vilja samstarva og menna samhandilin við øll tey stóru keyparalondini í heiminum. Tí hava vit samstarvsavtalur og handilsfelagsskapir við hesi lond. Fyri stuttum gjørdu vit avtalu við USA, sum fer at styrkja samstarvið innan handil, gransking, mentan og útbúgving. Harumframt verður støðugt arbeitt fyri at styrkja samstarvið við okkara tættastu grannalond í ES.
Stríðið millum stórveldini USA, Russland og Kina tykist harðna. Hetta hevur millum annað havt við sær, at øll trý stórveldini sýna økinum um okkara leiðir áhuga og vilja samstarva við okkum.
Tí eiga Føroyar, eins og lond flest um okkara leiðir, at raðfesta opið og gjøgnumskygt samstarv við m.a. Russland og Kina um viðkomandi mál, ið hava felags áhuga. ??tgangsstøðið er, at opið samstarv er ein fyrimunur fyri allar partar og ein fortreyt fyri støðufesti og vøkstri í heimssamfelagnum.
Men í okkara tráan eftir at samstarva, eiga vit í Føroyum ikki at víkja frá fólkaræðisligum grundreglum.
Standa saman
Føroyska politiska skipanin hevur tíbetur altíð staðið væl saman um okkara uttanríkispolitisku viðurskifti.
Eg haldi, at vit eiga at liva upp til samtyktina á Løgtingi frá 2004 um føroysk trygdarviðurskifti. Tá samtyktu vit, at landsstýrið skuldi verða kunnað um trygdar- og verjumál, sum viðvíkja Føroyum, og at landsstýrið skuldi takast við í viðgerðina av tílíkum málum. Endamálið við samtyktini var at tryggja føroyskum myndugleikum veruliga ávirkan á verju- og trygdarpolitikk. Latið okkum taka ta ábyrgdina, vit hava bundið okkum til.
Tað er einki at taka seg aftur í, at spurningurin um trygdar- og verjupolitikk serliga er vorðin viðkomandi, nú danska verjan hevur víst á, at tørvur er á lofteftirlitsradara í Føroyum. Eisini NATO og USA meta tørv vera á hesum. Tílíkt eftirlit hevur ikki verið í loftrúminum yvir føroyskum øki, síðani undanfarni radarin á Sornfelli varð tikin niður í 2007-09. Tað ber í sær, at hol er í lofteftirlitinum í einum geira, sum fevnir frá økinum í ein landnyrðing úr Føroyum millum Ísland og Noreg í ein útsynning móti Bretlandi.
Alt hetta hevur við sær, at vit her heima mugu taka støðu til, um tað ikki sømir seg okkum sum partur av vesturheiminum at koma við einum íkasti til ta felags trygd, sum NATO stendur fyri um okkara leiðir.
Uttanríkis- og trygdarpolitikkur snýr seg eins nógv um at taka ábyrgd sum at krevja rættindi og fyrimunir. Tí eiga Føroyar at leggja seg eftir at taka lut og vera við. Og okkara útgangsstøði eigur at vera greitt.
Okkara strategiska støða í Norðuratlantshavi er ikki til sølu fyri hægstbjóðandi. Vit eru ein samrunnin partur av vesturheiminum og NATO.
Henda støðan forðar hvørki samstarvi ella samhandli við øll stórveldini, ei heldur at vit áhaldandi røkja okkara áhugamál mótvegis londum, sum hava annað verjupolitiskt stavnhald enn vit. Vit eru sterkari í okkara samstarvi við onnur, tá ið eingin ivast í, at trygdarpolitiskt er ??? og verður ??? vesturheimurin okkara stavnhald.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald