Mentan

Vestmanna Sangkór hevur Grækarismessukonsert sunnudagin

...

2016-03-11 15:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 13. mars kl. 16.30 verður fjølbroytt Grækarismessukonsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Tað er Vestmanna Sangkór, ið skipar fyri, og við verður eisini okkara trubadurur Martin Joensen og barnakór úr Vestmanna skúla.

Vestmanna Sangkór syngur um Grækarismessu og nakrar sangir hjá Martini Joensen, útsettir til kór. Tað eru Morgun, Ró, Kavin og Uttan teg. Kórleiðari hjá Vestmanna Sangkóri er Benjamin Gaasedal.

Martin Joensen syngur og spælir úr síni egnu stóru skattkistu av vøkrum sangum.

Eisini verða ???Blandað bomm??? á skránni. Tað er barnakór, ið fer at syngja sangir hjá Hans Andriasi Djurhuus.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder