JN

Vestmanna Camping steingir í summar

...

2020-04-18 08:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri at binda um heilan fingur, hava vit gjørt av, at Vestmanna Camping ikki letur upp alment í summar, orsakað av at COVID-19 herjar í londunum rundan um okkum.

Á økinum eru nógvir felags hentleikar, og føla vit okkum slettis ikki trygg við at lata økið upp, við tí váða, at smittan kemur aftur til landið, Vit kenna heldur ikki nakrar ítøkiligar ætlanir frá mynduleikunum um útlendsk ferðafólk í summar.

Seinastu árini hava vit havt nógv ferðafólk úr Bretlandi, Italia, USA, Eysturríki, Spania, Týsklandi, Kina, Frankaríki, Íslandi, Danmark, Noregi, Svøríki og nógvum øðrum londum við.

Vestmanna Camping hevur fingið nógvar bókingar í summar, eisini frá heilt stórum ferðaliðum. Hóast tey fyrstu ferðafólkini longu skuldu koma 5. mai, hava vit ikki fingið eina einastu avlýsing, og tankin hevur streyfað, um Føroyar kanska ikki verða minni lokkandi sum ferðamál, nú tað sær út til at billbugt er fingin við COVID-19.

Alt økið verður ístaðin brúkt sum parkeringspláss til føroyingar summarið 2020.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder