2020-04-29 07:45

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi í gjárskvøldi ljóðið, sum kemur frá trolaranum MV Arctica, sum umskipar á Vestmanna.
Bygdarráðið og Vestmannahavnar Havn ásanna, at gangurin frá skipinum í fleiri støðum í bygdini er so mikið nógvur, at tað gongur út yvir trivnaðin hjá borgarunum.
Semja er um at eftirmeta hesa umskipingina og at kanna, hvussu trivnaðurin hjá borgarunum kann sameinast við framtíðar vinnuvirksemi á havnini. Málið verður fyrst beint í Havnarnavndina og síðani í Bygdarráðið til viðgerðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald