Góðu Bygdarfólk, oyggjafólk og stevnugestir.
Tað er fallið mær í lut at halda midnáttarrøðuna á Vestanstevnu í ár, og skal eg royna at gera tað eftir besta førimuni.
Vestanstevnan er í ár 70 ára gomul, hon byrjaði í 1945 í Sandavági, so tað passar sera væl at júst 70 ára dagurin verður hildin við Vestanstevnuni her í bygdini.
Kappróðurin vat tá niðri á vatni.
Fyrstu árini vóru tað Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur sum hildu hesa stevnuna, men í 1952 kom Vestmanna uppí, og tá var so skift millum bygdirnar, so at stevnan var 4. hvørt ár í hvørjari bygd. Hetta helt á til ár 2000, tá Vestmanna helt Vestanstevnuna fyri seinastu ferð, og fór at halda Fjarðastevnu saman við Strondum - nú er so stevnan 3. hvørt ár í teimum størstu bygdunum í oynni.
Vit hava altíð glett okkum til hesar stevnurnar, hetta at hava stevnur og bjóða fólki vælkomnum til bygdar, hevur altíð verið ein frægd; tí hvat er stuttligari enn at møta skyldfólki, vinum og kenningum, ja, eisini fremmandafólki, í góðum veitslulagi. Vestanstevnan er besta høvi til hetta, og hevur gjøgnum øll hesi árini, fingið í lag mangt eitt gott vinarlag - Man ikki onkur giftan eisini vera komin burtur úr Vestanstevnuni?
Vestanstevnan í Sandavági hevur altíð, sum eg veit , verið fyriskipað av ítróttafelagnum her i bygdini, tí Sandavágs Ítróttarfelag hevur, mótsatt hinum bygdunum, tikið sær av øllum ítrótti sum hevur verið í bygdini.
Sjálvur kom eg tíðliga uppí hetta arbeiðið, tá eg, sum heilt ungur, kom uppí nevndina í ítróttarfelagnum.
Jóanis Nielsen var tá formaður, og saman við m.a. Sigurð Petersen vóru teir ímyndin av felagnum og felagslívinum í bygdini.
Sigurð fekk í ár handað heiðursbræv frá Vága kommunu, fyri sítt trúgva og áhaldani arbeiði, hann hevur gjørt bygdini, ungdómi og ítrótti at frama.
Hjartaliga tillukku við heiðrinum Sigurð, hann hevur tú so sanniliga uppiborðið.
Fyrsta Vestanstevna sum serliga liggur í minninum var í 1971.
Tá minnist eg at Gamla losjan, sum Karl Simonsen tá átti, og brúkti til snikkaraverkstað, bleiv ruddað fyri maskinur. Gamla losjan var hospital undir krígnum, hon stóð á leið har sum innkoyringin til bygdina liggur.Hon bleiv hesa stevnuna brúkt til at spæla sjónleik í.
Leikurin hjá Jens Paula Heinesen: ???Uppi í eini eikilund??? bleiv framførdur har, og um kvøldið varð dansað har.
Vikuskiftið sum stevnan skuldi vera, bleiv so keðiligt veður at stevnan bleiv útsett til vikuskiftið eftir, men hetta gjoyrdi ikki so nógv fyri okkum ungu, tí tað bleiv til stevnu tvey fylgjandi vikuskiftir.
Næsta Vestanstevnan sum eg ætli mær at nevna, er stevnan í 1987, hetta tí at hendan stevnan man vera hon, sum hevur havt tað besta veðrið, nøkur stevna í Sandavági hevur havt. Minnist at sólin skein oman og niðan, og at fólk lógu og sólaðu sær niðri í fjøruni meðan kappróðurin var.
Kappróðurin hevur verið tann sum hevur savnað flest fólk til allar stevnur.
Upp í 80.ini var kappróður sunnudag á Vestanstevnu, men bleiv hetta bro2ytt til at vera leygardagar, hetta ger sjálvandi eisini tað, at um ringt veður er leygardag kann kanska rógvast sunnudagar.
Tað hevur altíð verið stórur áhugi fyri kappróðri her i bygdini, men ójavnt hevur verið hvussu tað hevur hildnast. Vit minnast til Sandavágsbátin í 50unum og Skúgvin í 60unum.
Í 80unum tóku nakrar kvinnur seg saman um at manna ??rnina, og hevur hon vunnið nógv føroyameistaraheiti frá seinast í 80unum til langt inn í 90ini.
Tað var rørandi at hoyra okkara góða bygdarsang, tá hann bleiv sungin eftir hvønn sigur hjá ??rnini.
Sangurin er yrktur til eina Vestanstevnu umleið 1960 av Jóhannus Olsen, pápa m.a mín góða vinmann Sigfríð Olsen, og ljóðar fyrsta ørindi soleiðis:
Sandavágur, heimbygd mín,
hon, sum ber av bygdum øllum,
eymt umgyrd av høgum fjøllum,
sum ein perla fríð og fín.
Um tú ivast, lat bert eygað
skoða runt frá strond til haga,
sást tú slíka sjón, sum tá
sólin gyllir Sandavág.
Knút Olsen, sum eisini er sonur Jóhannus, hevur gjørt lagið.
Nú undirsjóvartunnil er gjørdur undir sundið, er lætt at koma til stevnurnar í oynni, men hetta ger eisini, at tiltøkini mugu gerst meira áhugaverd, fyri at halda uppá stevnugestirnar. Fyrr byrjaði tað við, at flestu kappróðrarbátarnir komu við m.a. Smyrli til oynna, so tað merktist ordiliga tíðliga leygarmorgnar, hvussu innrásin av kappróðrarfólki fylti bygdirnar, hesin ungdómur var og er, ein sunnur og raskur ungdómur.
Vestanstevnurnar hava eisini havt nógvan annan ítrótt.
Í sandavági hevur tað serliga verið fót- og hondbóltur.
Í 50 og 60unum høvdu vit bæði góð hondbóltslið hjá kvinnum og monnum.
Søljan var føroyameistari í fleiri ár, eisini vunnu mennirnir meðaldeildina meiri enn einaferð.
Fótbólturin hevur eisini havt góðar dagar í bygdini. Serliga minnast vit aftur á dystirnar millum liðini her í oynni, teir vóru ofta spennandi.
Flestu árini frá 50unum til 1975 spældu vit í meðaldeildini, sum hon tá varð kallað.
Í 1975 blivu vit tvangsfluttir niður í 3. deild, tí vit vóru ov seinir at melda til, sum man tá gjørdi.
Vit fullu tó ikki fátt, men hildu á, í 1977 høvdu vit trý triðjudeildar lið í bygdini.
Tað tók okkum 7 ár at vinna okkum upp aftur í 2. deild, seinasti dysturin var á Skála, og vunnu vit dystin 2-1.
Hendan dagin var sannur veitslurómur í bygdini, vit vóru móttiknir sum hetjur, tá vit komu aftur til bygdar.
Í 1989 kom S.Í.F upp í 1. Deild í fótbólti, og spældu teir har í tilsamans 3 ár.
Her hava verið góðir fótbóltsleikarar, ja, fleiri hava verið á landsliðum. Ikki fyri at taka nakað frá hinum, men man ikki Torkil hava sligið sítt navn fastast.
Tá man tosar um avrik, má man eisini nevna Sandavágs Talvfelag, tí hetta felagið hevur so sanniliga sett Sandavág á føroyakortið, tí hetta felagið er og hevur verið tað nógv tað stinnasta felagið her á landi í nógv ár. Tað er øllum teimum góðu telvarunum vit eiga her í bygdini, eisini stuðlað av telvarum her í oynni og telarum sum hava tilknýti til bygdina.
Ja, í einum húsi í bygdini búgva 3 mans, sum eru og hava verið føroyameistarar í talvi, og tað man ikki vera nógva aðra staðni í landinum tað er.
Eg má í hesi røðu nevna ein bygdamann sum hava útmerkað seg í vikuni upp undir Vestanstevnuna í ár.
Tað er Jóhannus Hansen, tá hann saman við trimum øðrum gørpum klatraði upp á Trøllkonufingur. Tað var spennandi at fylgjast við teimum, við myndunum hann legði út á alnótina. Hetta má sigast at vera eitt satt bragd.
Tillukku við hesum tit allir.
Seinast í seksti árunum kom í lag vinabýarsamband millim Sandavág og Neskaupstað.
Vit hava síðani tá vitjað hvønn annn við 4 ára millumbili, og havt nógvar góðar samverur og eru nógv tøtt vinarbond knýtt millum fólkið í hesum báðum samfeløgunum.
Eg havi í hesari talu einamest tosað um míni minnir frá Vestanstevnum har eg havi verið við til at skipa fyri.
Men sum alla aðrastaðni so koma nýggj fólk til tá onnur gevast.
Tíbetur eru altíð góð fólk til reiðar at taka við, tí vit eru góð við bygdina og ítróttarfelagið her.
Hesi seinastu nógvu árini hevur Eina Gudmundsen staðið við róðrið, og hennara partur hevur ikki ligið eftir, og hevur hon saman við øðrum góðum fólki, fingið ítróttarfelagið at vera eitt virkið og væl rikið felag, til gleði fyri alt bygdarfólkið.
Hyggja vit eftir skránni til hesa Vestanstevnuna, so síggja vit hvussu stórt arbeiði liggur aftan fyri.
Skráin er fylt av góðum tiltøkum, so at allir áhugabólkar kunnu fáa eina góða uppliving av hesi stevnuni.
Allar stevnurnar í landinum standa nú framman fyri einari stórari avbjóðing, hetta tí at nú eru festivalar av øllum sløgum komnir, og eru teir so at siga hvørt vikuskifti, alt summarið ígjøgnum. Hesir koma at taka nakað av tí fólkinum, sum kanska annars hevði farið á stevnurnar.
Spell verður um hetta kemur at gera, at stevnurnar detta niður fyri.
??javnt hevur verið hvussu stevnuveðrið hevur hilnast øll hesi 70 árini, kom at hugsa um sumrini í mínari barnatíð. Fyri mær standa tey, sum góðveður við sól frá morgni til myrkurs, har vit, oftast í stuttum buksum, spældu runt í bygdini, bæði í ánni, bønum og eisini í haganum.
Ein dagin eg sat og hugsaði um hesa tíðina, komu til mín nakrar reglur, sum blivu til ein summarsang.
Hesin byrjar soleiðis:
Fagur summardagur, risin er í dag,
sól í líðum spælir, hitar hvønn ein stað.
Fuglarnir seg frøa, teir flúgva lætt í kring.
Smálombini renna, og hoppa runt í ring.
Eitt annað ørindi í hesum sangi tekur eisini til børnini henda summardag:
Børnini tey spæla, fanga áum í,
Sólin til tey smílist, brúnkar teirra snýð.
Ítróttur og spælið, eyðkennir teirra dag,
slíkar fagrar dagar, tá eru tey so glað.
Vestanstevna er eisini fyri børnini, man hevur frá fyrstan roynt at gera tiltøk, so at tey eisini kunnu vera ein partur av, og gleða seg til stevnurnar.
M.a. hava altíð verið kappingar í bæði hond- og fótbólti, eisini hava verið ymisk spøl, sum tey hava kunnað spælt sær við, s.s. hoppiborgir, tivoli o.a.
Í nógv ár, var eisini afturvendandi spælið í ánni, tað var mangan stuttligt at hyggja eftir teimum ymisku kappingunum sum har vóru.
Ikki kann sigast, at vit hava verið forkelaði við góðum veðri og nógvari sól higartil í ár, men vónandi verður seinni parturin av hesum summarinum, væl líggjari og heitari enn tað sum farið er av árinum.
Regnið kann fyri okkara skuld gott bíða til seinni í heyst.
Eg vil enda hesa røðuna við seinasta ørindi úr fyrr nevnda summarsangi:
Takka fyri dagin, kunnu vit so glað,
dagarnar sum henda, nógvar hava sæð.
Vóna at Guð faðir, sum gevur okkum alt,
nógvar fagrar dagar, hann okkum hevur valt.
Framhaldandi Góða Vestanstevnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald