Lýsing

Verkstaðsleiðari til Articon

...

2021-01-29 13:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

20 handverkarar og lærlingar skulu hava ein nýggjan leiðara á verkstaðið.

Verkstaðið hevur ein týdningarmiklan leiklut í virkseminum og rakstrinum hjá ArtiCon. Verkstaðið tryggjar dygdina og trygdina á okkara amboðs- og maskinpark.

Leiðarin skal ganga á odda at menna verkstaðið víðari inn í framtíðina, har málið er at vera verandi millum teir bestu.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdir hjá leiðaranum eru m.a.:

  • Daglig leiðsla av verkstaðnum.
  • Starvsfólkaleiðsla.
  • Skipa arbeiðsgongdir og uppfylging av viðlíkahaldsætlanum fyri maskinur, bilar og amboðum.
  • Ábyrgd fyri tilgongdini av ordrum.
  • Skipa og menna mannagongdir á verkstaðnum.
  • Standa á odda fyri uppsøkjandi arbeiði og menning á verkstaðnum sum sjálvstøðug deild.

Vangamyndin hjá nýggja leiðaranum er:

  • Tú hevur viðkomandi útbúgving.
  • Sum starvsfólk skal tað kennast lætt og trygt at fylgja tær, og tú er týðuligur.
  • Dugir at arbeiða yvirskipað
  • Tú er tænastusinnaður og vil náa úrslitum.
  • Áhugaður at menna verkstaðsvirksemið víðari.
  • Nærlagdur, røkin og hevur eyga fyri smálutunum.
  • Vil finna loysnir, er framskygdur og fylgir málunum upp.
  • Ynskiligt er, at tú hevur kunnleika til Office-pakkan og Navision, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • Eitt nýmótans arbeiðspláss har dygd, trygd og trivnaður er í hásæti.
  • Starvsfólk sum brenna fyri sínum uppgávum og eru sera dugnalig.
  • Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga, persónliga og í leiðslu.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir nærri avtalu.

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra, á tlf. 210683 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðara, tlf. 286171.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. februar 2021. Tú søkir starvið her

Vit ynskja, at nýggi leiðarin byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder